8 fyrrverandi landsliðssvimjarar átala nú danska strukturin

8 fyrrverandi landsliðssvimjarar hjá Danmark hava nú sent út innlegg til kjak, har tey siga seg halda at tað er serliga struktururin í Dansk Svømmeunion sum tað er galið við, heldur enn persónar. Fleiri av teimum hava verið svimjarar á NTC, og øll taka tey undir við generellu uppfatanina millum danskar seniorsvimjarar, at NTC-svimjarar verða favoriseraðir fram um aðrar svimjarar.

Trupulleikin er eftir teirra tykki, at landsliðsvenjarin afturat at vera landsliðsvenjari eisini er dagligur venjari í NTC, sum um Morten Olsen var venjari hjá einum felag samstundis, sum hann var landsliðsvenjari. Ein náttúrlig interessukonflikt, við tað at venjarin tá knýtir sterkari bond til ‘sínar’ svimjarar, enn restina, umframt at hann til at styrka sína egnu karrieru sum venjari hevur serligan áhuga at kunna vísa hvat ið ‘hansara’ svimjarar duga. Nógva tíðin á kantinum í NTC ger at tað er knípið við tíð til at fara út at vitja feløg, og so koyrir rullan.

“Vi er af den overbevisning, at landstræneren bør være en leder af elitemiljøet i dansk svømning, sparringspartner for alle og ikke klubtræner for et lille udvalg af de bedste. Der bør ansættes en træner specifikt til NTC funktionen. Vi foreslår en opdeling af funktionen i to dele, som varetages uafhængigt af hinanden.”

Á Sporten.dk lýsa tey trupulleikan víðari, at hendan dupultrolla hjá landsliðvenjaranum er nakað sum man av somu orsøk hevur avskaffað nógvar aðra staðni í heiminum. Wildeboer sigur um danska starvið, at um hann ikki tosar við ein svimjara uttan fyri NTC, so verður hann hildin at taka seg bara av NTC-svimjarum – og tosar hann við ein, so verður hann hildin at vilja heinta hann inn til NTC. Lars Sørensen sigur seg eisini kenna til trupulleikan, men sigur at tey hava ikki ráð til tað, og heldur annars ikki at tað loysir trupulleikan.

“Selv hvis vi organiserede os anderledes, tror jeg, vi ville blive mødt med samme skepsis. Fordi han stadig ville repræsentere systemet, stadig blande sig i klubbernes arbejde eller anbefale en svømmer at skifte klub eller skifte til NTC.”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.