4 føroyingar til Bergen Swim Festival næsta vikuskifti

Komandi vikuskifti fara 2 svimjarar úr Suðuroyar Svimjifelag og 2 úr Havnar Svimjifelag til Noregs at kappast á Bergen Swim Festival, sum er ein tann síðsta veruliga stóra stuttgeilameistarastevnan hesu megin summarferiuna. Tað eru Pál Joensen og Jón Bjarnason sum eru bodnir at luttaka, har Bjarnason tíverri má geva avboð, men har SuSvim og HS so í staðin velja at senda Christian Tessner høvuðsvenjara hjá HS við Páli, umframt ungu kempurnar Eyðbjørn Joensen úr SuSvim og Magnus Jákupsson og Óla Mortensen úr HS. Lesið her á hs.fo.



Heimasíðan hjá stevnuni www.bsf.no nevnir størstu profilar at vera Aschwin Wildeboer úr Spania, Lotte Friis, Rikke Møller Pedersen og Jeanette Ottesen úr Danmark, Simon Sjödin og Stefan Nystrand úr Svøríki og Jakob Jóhann Sveinsson úr Íslandi. Talan er um kapping fyri seniorar árgang 1991 og eldri, eldri juniorar árgang 1992-1995, yngri juniorar árgang 1996-1998, og brekaðar svimjarar. Pál er sum árgang 1990 seniorur, Magnus sum árgang 1994 mitt í eldra juniorbólkinum, og Eyðbjørn og Óli sum árgang 1996 elst í yngsta juniorbólkinum. Har eru ikki so býttar virðislønir til seniorarnar, og eisini eitt sløð til tey yngru, umframt sjálvsagt heiðurin at vinna ímóti øðrum góðum norðurlendingum.

Til ber at fylgja við úrslitunum her á www.livetiming.no, fríggjadag 6. til sunnudag 8. mai. Startlistarnir síggjast her, sum benda á at føroysku svimjararnir hava heilt hampuligan góðan møguleika at vinna heiðursmerki.

  • Eyðbjørn skjótasti yngri juniorur í 50 frí, Óli næstskjótastur
  • Magnus næstskjótasti eldri juniorur í 50 firvald, og triðskjótastur av øllum
  • Eyðbjørn triðskjótasti yngri juniorur í 50 firvald
  • Magnus skjótasti eldri juniorur í 100 rygg, og triðskjótastur av øllum
  • Pál triðskjótastur í 200 frí, Óli skjótasti yngri juniorur, Eyðbjørn næstskjótastur
  • Pál skjótastur í 400 frí, Óli skjótasti yngri juniorur, Eyðbjørn næstskjótastur
  • Magnus skjótasti eldri juniorur í 200 rygg, og triðskjótastur av øllum
  • Óli triðskjótasti yngri juniorur í 100 blandað
  • Eyðbjørn næstskjótasti yngri juniorur í 200 firvald
  • Magnus triðskjótasti eldri juniorur í 50 bringu
  • Pál fjórskjótastur í 100 frí, Óli skjótasti yngri juniorur, Eyðbjørn næstskjótasti
  • Magnus næstskjótasti eldri juniorur í 50 rygg, fjórskjótastur av øllum
  • Eyðbjørn triðskjótasti yngri juniorur í 100 firvald
  • Magnus triðskjótasti eldri juniorur í 200 blandað, Óli næstskjótasti yngri juniorur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.