“3-2” er 75% bóltspæl

Kringvarpssendingin “3-2” vísti í fjør 30 tímar av føroyskum og útlendskum ítrottartíðindum. Fótbóltur, hondbóltur og flogbóltur fingu tillutað ávikavist 14.2 tímar, 5.8 tímar og 2.4 tímar ella samanlagt 75% av senditíðini hjá “3-2”. Svimjingin fekk 1.1 tíma av senditíðini, harav gott helvtin (36 min) var um Pál Joensen. Bogaskjóting, golf, kaving, tennis og billiard fingu onga umrøðu í “3-2” í 2010.

[Gev gætur at talan her einans er um regluligu sendingina mánakvøld og hóskvøld, uttan eyka beinleiðis sendingar. Hartil væntar éin hóskvøldssending frá 1. apríl 2010, tí at hon ikki finst á www.kringvarp.fo]

Fimleikur varð tann stóri taparin, um vit samanbera eksponering í sjónvarpinum við til tal av íðkarum. Fótbóltur, hondbóltur og flogbóltur fingu næstan tvífaldaða umrøðu í sjónvarpinum, í mun til hvat ÍSF limatølini leggja upp til.

[Limatølini á isf.fo skulla takast við fyrivarni. Talan er ofta um avrundaði tøl, sum tó eru á góðari leið samanborin við limatøl í Noregi og Danmark]

26 av 79 sendingum vístu bara eina ítrottargrein. Oftast tók fótbólturin alla sendiskránna, ella kappróður tá ið fótbólturin helt summarfrí. Veruliga fjøltáttaðar sendingar eru í vetrarhálvuni tá ið fótbólturin liggur stillur, og í politiskt røttum løtum sum tá ið public service sáttmálin varð undirskrivaður.

[Trýst á “Ctrl” og “+” á PC fyri at hyggja nærri (zooma) ella “Apple-knapp” og “+” á Mac]

Í public service avtaluni frá oktober 2010 var annars lagt upp til, at ítrottartíðindi skulla vera fjølbroytt:

“Kringvarp Føroya skal leggja seg eftir at viðgera ítrótt úr forkunnugum sjónarhornum. Kringvarp
Føroya skal eisini hava vakið eygað við, tá okkara ítróttarfólk gera seg galdandi í altjóða
kappingum, eisini um tey umboða annað land.

Kringvarp Føroya skal á fjølbroyttan hátt viðgera ymsu ítróttargreinirnar. Beinleiðis frásagnir eru
ein týðandi partur av ítróttartilfarinum í Kringvarpi Føroya.”

Í raðfestingini hjá Kringvarpi Føroya er útlendskur fótbóltur á einum fjórðaplássi, aftanfyri føroyskan fótbólt, hondbólt og kappróður, men frammanfyri flogbólt og restina. Útlendskur fótbóltur fekk meira pláss í “3-2” enn føroyskur fimleikur, borðtennis, badminton, judo, talv, frælsur ítrottur, renning, súkkling, ÍSB, kurvabóltur, triatlon, skjóting, ríðing, vektlyfting, seyðahundavenjing, bogaskjóting, golf, kaving, tennis og billiard – tilsamans!

Man kann spyrja, hvønn týdning “3-2” hevur fyri føroyskan ítrott, og kanska umbera Kringvarpið við at heitið á sendindini leggur upp til bóltspæl. Men her vísir serfrøðin á stóra týdningin sum fjølmiðlarnir hava fyri hvør ítróttur er stórur og lítil, sum tá ið bretar leggja í cricket, amerikumenn í kurvabólt, kanadiarar í lacrosse, avstraliarar í footy og danir í hondbólt.

“Dansk håndbold har gennemgået en enorm udvikling siden midten af 1990’erne. Den kommercielle side af den udvikling kan groft sagt forklares med to ord: massiv tv-eksponering.”
(úr bókini “Dansk håndbold: – bredde, elite og kommercialiseringens konsekvenser” Storm og Hedal 2008, Forlaget Bavnebanke)

Kringvarpið hevur snøgt sagt ein møguleika og eina ábyrgd, sum tey mest velja at nýta uppá tríggjar ítróttargreinar. Public service sáttmálin leggur upp til fjøltáttaðar ítróttarsendingar, men hevur í verki ikki havt stórvegis ávirkan á sendiskránna, hvørki áðrenn ella aftaná undirskrivingina í 2010, ella higartil í 2011. At fylgja føroyskum ítróttarfólki uttanlanda er ikki nakað sum verður gjørt, út yvir til fótbólt og hina óhepnu ferðina til HM í svimjing í Rom í 2009, tá ið tíðindaleiðarin eftirfylgjandi mátti sigast upp fyri at hava nýtt pengar uppá tað.

Vegna svimjing.com

Rókur og Bartal

7 thoughts on ““3-2” er 75% bóltspæl”

  1. Kringvarpið tykist sum heild at vera fyri javnstøðu, men fellur fullkomiliga ígjøgnum tá ið tað kemur til javnstøðu í ítrótti. Ella tað vil siga, her er tað fótbólturin sum svíkur, og føroysku fjølmiðlarnir sum fylgja upp.

    Flest aðrir ítróttir hava líka nógv fokus á menn og kvinnur, og fáa eisini somu rúmd í Kringvarpinum, so gott sum líka mikið kynið. Vit síggja mannfólkafinaluna í flogbólti beinleiðis, og finaluna hjá kvinnum.

    Men í fótbólti er snøgt sagt heilt út av lagi galið. Jú, vit síggja onkuntíð smá brot um at KÍ kvinnurnar hava vunnið aftur í ár, men verður nakað gjørt burtur úr beinleiðis sjónvarping frá FM-finaluni hjá kvinnum ?

    Og nær hava vit seinast sæð nakað til kvinnuligu útgávuni av Champions League í fótbólti, sum faktiskt finst ?

    Tú kanst meira enn so leggja øll tey virði í ítrótt, sum tosað verður um í sambandi við javnstøðu annars. At bestu íðkarar eru fyrimyndir, og at fokus á útilokandi mannfólkafyrimyndir tí leggur í beinið á børnum og vaksnum, at kvinnur ikki duga líka nógv sum menn.

    Kringvarpið kann uttan nakað avgera at áleggja kynunum kvotu, so sum tey so ofta royna at yvirbevísa okkum um, viðvíkjandi býtið av monnum og kvinnum á Løgtingi. Snøgt sagt siga, at vit senda líka nógv frá mannfólkasíðuni sum frá konufólkasíðuni, og um tit ikki hava meira frá konufólkasíðuni, so verður ikki meira sent frá mannfólkunum heldur.

    Summir ítróttir hava trupulleikar við kynskvotuni, av tí at tað nú einaferð bara er so, at til dømis fleiri kvinnur ganga til
    fimleik enn menn. Men her hevði tað so verið uppgávan hjá seriøsa fjølmiðlinum við public service ábyrgd, at funnið aðrar ítróttar við fyrimyndum av hinum kyninum, til at viga upp ímóti. Tær finnast, so sum danska Wozniacki í tennis.

    Um vit hyggja inn í fótbóltin, so er spurningurin um ikki har er eitt mál fyri javnstøðunevndina, at mannligir fótbóltsspælarar kunnu vinna nógvar pengar í bestu deild, meðan kvinnurnar verða hildnar niðri á amatørstøði. Tú kanst ikki forsvara tað við traditiónum, tí hetta er ein traditión sum fólk í øllum øðrum høpi royna at týna. Tú kanst ikki forsvara tað við úrslitum, tí føroysku fótbóltskvinnurnar klára seg minst líka væl í altjóða fótbólti, sum mennirnir. Tú kanst ikki forsvara tað við sponsorpengum, tí eingin rættsiktaður sponsorur vildi í dag stuðlað einans mannfólkasíðuni. Tú kanst ikki forsvara tað við tilgongd, tí kvinnudeildin finst.

    Tú kanst kanska forsvara tað við áskoðaratal, sum tó sum nevnt í greinini omanfyri er ógvuliga heft at fokus frá fjølmiðlunum. Tak til dømis danska hondbóltin, har mennirnir í longri tíð vóru eftirbátar í mun til kvinnurnar.

    Og her er tað so at føroyskir fjølmiðlarnir velja at hava kraftiga yvirvág av fokus á mannfólkasíðuni av fótbólti, fram um konufólkasíðuna. Fyri ikki at tosa um at tey slettis ikki nevna útlendskar profilar á kvinnusíðuni, ið so merkir at eingin føroysk genta sær nakra fótbóltsfyrimynd betri enn KÍ, út yvir Torres og teir.

    Hetta er fúl skomm, sum Kringvarpið kundi bast við eini handavending.

  2. Áhugaverdur spurningur fingin í telduposti, um hví at vit ikki hava gjørt upp, hvussu nógva umtalu Pál Joensen hevur fingið í Degi & Viku.

    Svarið er ógvuliga einfalt, at “3-2” er sjónvarpssendingin har Kringvarp Føroya regluliga tillutar so-og-so nógva tíð til hvønn ítrótt sær. Regluliga hvørt mánakvøld og hóskvøld, við umleið somu tíð avsetta hvørja ferð.

    Aðrar sendingar eru upp til onnur fólk, so sum tíðindadeildina hjá Degi & Viku, og í summum førum enntá upp til um goldið verður fyri sendingina.

    Vit hildu tí, at vit við at hyggja útilokandi at fordeilingini í “3-2”, fingu bestu mynd av hvussu ítróttardeildin hjá Kringvarpi Føroya raðfestir ymiskur ítróttirnar.

    Og úrslitið er altso ikki eitt diffust “2% meira til fótbóltin” ella líknandi, men massivt 75% til 3 ítróttargreinar.

    1. … so var tað eg sum helt at hetta var ríkiligt, í mun til at telja alt tað heila upp.

      ‘Onkur’ var í gongd við hitt … og latum okkum bara siga at tendensurin var tann, at fótbólturin ikki hevði vunnið nakað sum helst yvirhøvur, um alt varð talt við.

    2. …men tað verður fótbóltur so sanniliga eisini. Hygg bara hvussu ofta nevndarval í fótbóltsfeløg verða nevnd. Ella málið við pengunum í EB/Streymi. Og áðrenn vit fara for gott í gongd, so kunna vit tosa um fordeilingin av ítrottinum í ÚF. Tað havi eg hvørki stundir ella hug til at róta ígjøgnum, men tak bara onkra tilvildarliga Puls- ella Smassj-sending sum dømi og lurta. “Fótbólt fótbólt fótbólt, hondbólt, fótbólt fótbólt fótbólt * anda * fótbólt fótbólt….”

      1. Hugsa heldur um, HVÍ hann verður nevndur. Kvalitetur má telja fyri okkurt, ella hvussu?

        So kemur spurningurin, hvussu nógv hevur kvalitetur at siga? Tí bólturin fær jú so óhugnaliga nógva umtalu.

        Ok, kanska kvalitetur einki hevur at siga.. eg kann ikki koma til aðra niðurstøðu. Pál kemur kanska í D&V tí at Portalurin og ella Rás2 skal ikki hava einarættin 😉 Ella er tað nýggja skeggi hjá honum? :o)

      2. Hoyrdi í tíðindum á døgurða, at “nú er greitt hvør skal døma flogbólts…..” [zzzz zzzzz zzzzzz]

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.