Tað gjørdist til ein rættiligan greiðan sigur til Havnar Svimjifelag, tá ið SMS-stevnan fyri lið i dag varð hildin í Svimjihøllini í Gundadali. 24 ferðir gull og 8 ferðir silvur, í mun til 9 ferðir gull og 23 ferðir silvur til Ægir, ið vóru feløgini bæði í mannaðu lið hesu ferð. Úrslistalistar og -fílur eru viðfestar.
So er sjeyheyggjastevnan um at vera av í Rom, og tað sær ikki út til at danir fáa fleiri fólk við til OL. Lotte Friis vann 800 frí og Rikke Møller Pedersen 200 bringu, báðar undir OL-kravtíð; men Andkjær kom ikki í finalu í 100 frí, og tey bæði Chris Christensen og Katrine Holm Sørensen kláraðu ikki kravtíð í sínum. Mads Glæsner valdi av einhvørjari orsøk at melda frá finaluni í 1500 frí. Sí øll úrslit her.
Nú í kvøld frá kl 18:15 skipar Havnar Svimjifelag fyri svimjistevnuni "SMS kapping fyri lið", eftir sama leisti sum FM fyri lið í kvøld, ella nakað á sama hátt sum árligu landsdystirnir millum Ísland og Føroyar. Sí viðfestu innbjóðing og skrá.
Góð grein her í Dagbladet um evropameistaran Sara Nordenstam, har hon millum annað greiðir frá skelkinum tá ið Alexander Dale Oen doyði; at ítrótturin knappliga bleiv rættiliga óbetýðiligur í mun til tað, men at tey tó so valdu at koyra víðari til at heiðra honum.
Eitt serliga áhugavert er hetta um skiftið til at brúka 'alla' tíð uppá svimjing, at hon faktiskt fekk meira tíð burtur til yvirskot, tí at henna lív tá var sett í skema. Tað er jú so, at ein svimjari sum kanska hevur 2-4 venjingar í leypi av einum vikuskifti, ofta fær meira burtur úr tíðini inn í millum, enn tann sum bara situr og hongur.
- Jeg var en 20-timers utøver, men måtte bli en 24-timers utøver. Alt jeg gjør må ha en hensikt.
- Så du sa farvel til livet utenfor svømmehallen?
- Det kan man lett tro. Men venner og familie sa at jeg aldri har sprudlet så mye som i tiden etter at jeg tok den avgjørelsen. Jeg har aldri hatt mer tid, fordi jeg for første gang begynte å planlegge alt. Jeg har aldri vært i bedre humør.
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 4 dagar síðani
1 vika 5 dagar síðani
1 vika 6 dagar síðani
1 vika 6 dagar síðani
2 vikur 17 tímar síðani
2 vikur 23 tímar síðani
2 vikur 1 dagur síðani
2 vikur 1 dagur síðani
2 vikur 1 dagur síðani
2 vikur 1 dagur síðani