Í morgun fóru føroysku liðini avstað til Danmarkar, sum skulu luttaka á EJM í Antwerpen og NMU í Keypmannahavn. Hanna hevur longu fóðra Facebook við myndum og tíðindum, tey eru komin niður og eru svang, hava vist nokk smugla spik við til at klára fyrsta hungurin :-)
EJM-liðið skulu longu í morgin víðari til Belgia, at fyri seg til fyrstu kappingar mikudag, meðan NMU-svimjararnir fara í venjingarlegu í Bellahøj fram til fyrstu kappingar har fríggjadag. Samstundis eru Pál og Jón komnir væl uppá pláss í Rijeka í Kroatia, har teir fínpussa tað síðsta áðrenn OL í London. Ein spennandi tíð hjá føroyingum.
Lesið hesa grein gjøgnum Google Translate, um tit ikki skilja portugisiskt :-)
'Føroyskur svimjari droymir um at vinna fyrsta gull fyri sítt land
Ein av størstu dreymum hjá einum ítróttarfólki er at sleppa at hoyra tjóðsangin hjá sínum landi verða spældan á olympiska heiðursmerkjapallinum. Hendan dreymin veit Pál Joensen longu at hann kann ikki uppliva. Tó so, so roynir føroyski svimjarin at skriva søgu á olympisku leikunum í London, har hann kann gerast fyrsti íðkari i vinnur sínum oyggjaríki eitt olympiskt heiðursmerki.'
(Foto: Das Büro for Danmarks Idræts-Forbund og Team Danmark)
Nú leygarmorgunin fer føroyska juniorlandsliðið úr Føroyum, yvir Keypmannahavn til Antwerpen í Belgia, at luttaka á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í svimjing. Ferðaleiðarin Hanna í Horni hevur stovnað bólkin "EJM Antwerpen 2012" á Facebook, har til ber at fylgja við fyrireikinunum og vælsagtans túrinum, við myndum frá seinast og líknandi. So um tit vilja vera heilt á forkant við hvussu tað gongst teimum har suðuri í Belgia, er tað har tit skulu fylgja við :-)
Vikuskiftið 7. og 8. juli verður Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung hildin í Bellahøj í Keypmannahavn, við luttøku av einum rættiliga sterkum føroyskum liði. Fyriskipararnir hava lagt startlistar út her á livetiming.dk, har vit millum annað síggja at Victoria Wigant Eysturdal úr Ægir liggur til gull í 200 og 400 frí og bronsu í 800 frí, Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag til silvur í 400 og 1500 frí og bronsu í 200 frí, Kristina Elin Thomsen úr Suðuroyar Svimjifelag til gull í 50 og 100 firvald, silvur í 200 firvald og bronsu í 100 rygg, og Alvi Hjelm úr Ægir til bronsu í 400 frí. Okkara stafettir burdu eisini verið rættiliga sterkar; so um úrslitið verður bara so nøkulunda sum hatta bendir á, so verður tað klárt besta úrtøka hjá føroyingum nakrantíð á NMU.
(Føroyskar dámur á NMU 2010)
Nú 4. til 8. juli verður árliga evropameistarastevnan fyri juniorar, í býnum Antwerpen í Belgia, við luttøku av 4 ungum føroyingum. Startlistarnir síggjast her, sum ikki óvæntað avdúka at serliga Magnus Jákupsson liggur væl fyri, til at koma í finalu í 50 rygg og hálvfinalu í 50 firvald, umframt at liggja rættiliga nær við hálvfinalu í 100 firvald. Hini trý Heðin L. Olsen, Cecilia Eysturdal og Guðrun Mortensen liggja nærri hinum endanum av startlistanum, tó í heilum væl upp frá botninum,
(EJM-liðið í Beograd í fjør. Hópurin er nærum hin sami í ár, tó er Birita nú fallin fyri aldur, og Guðrun komin í staðin)
Eitt prát við Pál Joensen á hæddarleguni í Flagstaff, beint áðrenn tey fóru heim aftur. Pál og Jón eru í morgun á veg avstað aftur, fyrst til Danmarkar í ein dag og so víðari til Rijeka í Kroatia.
Ikki eiti á rúgvi av klæðum og 'accessories', frá medaljubúna til ballkjóla og oyraringar. Handan taskan sær út sum um at tey fara at hava eitt sindur av yvirvekt á flúgvaranum.
Hygga síggj, danir hava avsett 2 av 52 síðum til Pál í nýútkomna Idrætsliv: OL Special 2012, sum er blaðið hjá danska ítróttarsambandinum. Og stavað navnið rætt ! :-)
"I en svømmehal i en færøsk bygd med 1.200 indbyggere pisker en OL-svømmer med reelle medaljechancer rundt i bassinet. Pál Joensen, so ved OL stiller op under dansk flag, er mod al sund fornuft blevet en af verdens bedste svømmere og naturligvis nationalhelt på Færøerne"
30-ára gamli kvart-føroyski skotin David Carry hevur í dag kvalifiserað seg til OL í London, tá ið hann á British Gas ASA National Championships í Sheffield vann finaluna í 400 metra frísvimjing, við 3:46.86 har OL-kravtíðin er 3:48.92. Hetta var síðsti kjansur hjá honum at kvalifisera seg, eftir at hava verið bara 0.23 sekund frá kravtíðini á British Trials í mars mánaða. Besta tíð hjá honum áðrenn hetta var 3:47.17 frá sjálvum OL í Beijing í 2008, og hetta verður so triðja OL hjá honum fyri Stórabretland. Carry er ættaður úr Klaksvík, sigst.
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 2 dagar síðani
1 vika 4 dagar síðani
1 vika 4 dagar síðani
1 vika 4 dagar síðani
1 vika 6 dagar síðani
1 vika 6 dagar síðani
2 vikur 2 tímar síðani
2 vikur 4 tímar síðani
2 vikur 5 tímar síðani
2 vikur 5 tímar síðani