Arkiv - Sep 8, 2010

Úrslit frá Ægir-stevnuni 4. september 2010

Viðfestur er úrslitalistin frá Ægir-stevnuni farna vikuskifti, umframt re- og lef-fílur til hagtalsbrúk.

Innbjóðing til FS svimjistevnu 2. okt. 2010

Fuglafjarðar Svimjifelag bjóðar til svimjistevnu í Fuglafirði, leygardagin tann 2. oktober, fyri gentur bólk 2 og 3 og dreingir bólk 3 og 4. Upphitingin byrjar kl 13, og kappingin kl 13:45.

Stephanie Rice hevur nú alment biðið um umbering

Avstralska Stephanie Rice hevur nú á pressufundi biðið alment um umbering fyri sína orðing á Twitter herfyri, har hon kallaði suðurafrikanska rugby-liðið fyri "faggots". Trupulleikin er altso ikki at suðurafrikanarar eru fornermaðir um at vera kallaðir slíkt, men heldur at onnur fólk halda orðingina vera homofobiska.