Arkiv - Sep 7, 2010

Soni er ikki skjótari bringusvimjari, men tann sum bremsar minst

Áhugaverd grein her í The New York Times, um bringuteknikkin hjá Rebecca Soni, sum eigur 6 tær bestu tíðirnar í 200 bringu ár, umframt bestu tíð í 100 bringu.

World-class breaststrokers are generally distinguished by a powerful pull or, more often, a superior kick like that of Leisel Jones and Beard. Soni, a six-time N.C.A.A. champion at Southern California, is the exception.

“She’s what I would call a combiner,” said Sean Hutchison, a Team USA coach. “The timing and the way her arms and legs works is perfect, so she never slows down.”

He added: “I don’t think — and I mean this in a great way — that she’s necessarily faster than everybody else. She just slows down less than everybody else.”

Stephanie Rice mist sponsor tí hon tweetaði

Bilmerkið Jaguar hevur strikað eina sponsoravtalu við avstralsku Stephanie Rice, eftir at hon herfyri á Twitter feiraði sigurin hjá Avstralia yvir Suðurafrika í rugby við orðunum "Suck on that faggots". Hóast hon angraði og strikaði boðini, so vóru bæði Twitter-brúkarar og miðlar so mikið á gosi tá, at Jaguar Avstralia eftirfylgjandi hevur valt at steðga teirri sponsoravtalu, sum tey hava havt við Rice síðani januar 2010. Les swimnews.com