Avstralski Nick D'Arcy var um at fáa ein dopingdóm fyri nýtslu av astmaevninum Formoterol, inntil avstralska svimjisambandið nú onkunsvegna fekk FINA til at umstoyta dómin, av tí at tey í Avstralia høvdu forsømt at tryggja at FINA hevði fingið neyðugu TUE upplýsningar um medisinska tørvin hjá D'Arcy at taka hetta astmamedisin. Tey høvdu eftir øllum at døma sent upplýsningarnar sum telefax í november í fjør, men uppdagaðu so fyrst tá ið FINA tók hann fyri doping við evninum í juni mánaða, at FINA ikki hevði fingið upplýsningarnar.
Video frá sjálvari løtuni tá ið skamlarnir vórðu avdúkaðir í Klaksvík, og so beint víðari til at Jógvan Skorheim varaborgmeistari í Klaksvík heldur røðu.
Nýggjar viðmerkingar
4 dagar 12 tímar síðani
6 dagar 2 tímar síðani
2 vikur 2 dagar síðani
3 vikur 2 dagar síðani
3 vikur 2 dagar síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani