Almenn móttøka var í Klaksvíkar Svimjihøll í kvøld, í sambandi við at nýggju startskamlarnir vórðu tiknir í nýtslu, sum Klaksvíkar Kommuna saman við Ægir hevur keypt. Talan er um um sama slag av startskamlum sum verða brúktir til altjóða svimjistevnur sum til dømis EM, HM og OL, ið hava ein serligan kíla aftan til at seta av ímóti, og innbygda tøkni til at kunna staðfesta tjóvstartir við. Klaksvíkar Svimjihøll er so vítt vit vita bara triðja høll í Norðurlondum sum hevur ognað sær hetta slag av skamlum, og fyrsta í danska kongaríkinum.
"There will be a revolution in FINA in the next 12 months", sigur John Leonard stjóri í American Swimming Coaches Association (ASCA) og nevndarlimur í World Swimming Coaches Association (WSCA), um ikki ovasta stjórnin í FINA kúvendir í avgerðini um at vilja forbjóða øðrum enn sær sjálvari at koma við broytingaruppskotum til reglugerðina hjá FINA. Leonard & co hava tí innkallað til atkvøðugreiðslu í dag á ASCA World Clinic, sum er í Indianapolis í hesum døgum, at atkvøða um limirnar har skulu stovna eitt samtak kallað "World Swimming Association", "capable of replacing FINA as the governing body for aquatic sports". Lesið her á SwimNews.com
Tíðirnar frá FM 2007, '08, '09 og '10 eru at finna á grafinum her. Stafettirnar eru ikki tiknar við. Bara tann besta tíðin hjá finalistunum tikin við, tað vil siga, um viðkomandi svam skjótari í innleiðandi umfarinum, so er tann tíðin at finna her. Tíðirnar verða vístar í sekundum.
Super tíðindi úr Týskalandi, at vísindafólk á universitetunum í Tübingen og Mainz nú halda seg hava funnið ein máta at kunna kanna um fólk hava ílegudopað seg: "For the first time, a direct method is now available that uses conventional blood samples to detect doping via gene transfer and is still effective if the actual doping took place up to 56 days before". Les her á SwimNews.com
Nýggjar viðmerkingar
4 dagar 12 tímar síðani
6 dagar 2 tímar síðani
2 vikur 2 dagar síðani
3 vikur 2 dagar síðani
3 vikur 2 dagar síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani