Arkiv - Sep 2, 2010

Enn ein lang (og beinrakin) grein um Pál Joensen

Hesuferð er tað spanska ítróttaravísin Marca sum skrivar um Pál, ið annars sambært Wikipedia oftast skrivar um fótbólt til sínar 2.75 milliónir dagligu lesarar. Langt og tó allan vegin í gjøgnum faktuelt rætt um Pál Joensen og Føroyar, um Suðuroynna og hylin í Vági við 4 geilum á 25 metrum, um Oyggjaleikir og úrslitini í Beograd, um HM í Rom í fjør, og um imponerandi menningina til nú at vinna silvur í Budapest. Alheims ítróttar-journalistar eru veruliga imponeraðir og áhugaðir, síðani teir ikki bara sleingja okkurt út, men skriva søguna sum hon er. Lesið her (á sponskum) á marca.com.

Diana Nyad á Good Morning America

Hon bíðar enn eftir at veðrið skal batna, og løgið nokk tosa tey enn um trupulleikar við at fáa neyðuga visa til at sleppa at byrja úr Kuba. Men 'spennandi' at hoyra um stórar hávar, og um at tey nú í september bíða eftir "the calm before the storm". So er at svimja skjótt, til at náa yvirum áðrenn ódnin rakar!

Fylgið annars við á www.diananyad.com

Soleiðis sær ein øksl út eftir skurðviðgerð

It's not looking too cute...bled throughAvstralska Stephanie Rice hevur haft trupulleikar við betendilsi í økslini, og bleiv tí skurðviðgjørd í gjár. Sær út til at vera okkurt slag av kikaraoperatión, og longu nakrar tímar eftir var hon klár at verða útskrivað aftur. Hon verður ikki klár til Commonwealth Games í oktober, men væntandi til Shanghai komandi summar. Les swimnews.com

Íslendarar mist ein svimjara til Noregs

Íslendska Morgunblaðið skrivar nú at Sindri Þór Jakobsson hevur fingið norskan ríkisborgararætt, og tí skiftir til at kappast fyri norðmenn heldur enn íslendarar. Hann luttók annars fyri Ísland m.a. á EM í Istanbul í fjør, og føroyskir svimjarar minnast hann kanska frá Reykjavík International í januar í ár, har hann vann gull í 50 firvald, 200 firvald, 200 blandað og 1500 frí, umframt silvur í 400 blandað. Orsøkin til at hann skiftir, er at norðmenn hava betri stuðning til ítróttarfólk enn íslendarar. Og fyrsta uppgáva hjá honum fyri Noreg verður sambært Morgunblaðnum EM á stuttgeil nú í vetur.