Franska Laure Manaudou gavst offisielt fyri einum ári síðani, og hevur síðani fingið barn við Frederick Bousquet, men meldar nú út at hon venur aftur, saman við Bousquet, hjá Brett Hawke í Auburn. Ætlanin er at luttaka á HM í Shanghai, um hon kann koma upp á eitt nøtkandi støði aftur. Les L'Equipe
Sviar ætla at hava eina stóra 3000 metrar 'open water' kapping heilt uppi í Luleå í Norrbotten tann 2. juli 2011, runt eitt nes har í býnum. Norrbotten er uppi í Bottnisku víkini, nær markinum til Finnlands, og væl norðanfyri Føroyar, so teir 3000 metrarnir verða soleiðis sirka 'alla náttina', frá tí at tað er ljóst til tað aftur er ljóst, frá kl 23:45 til einaferð beint eftir midnátt. Tey hava roynt tað einaferð sum test, og lansera so 2011 sum eitt stórt tiltak, har tey longu nú vænta luttakarar úr Svøríki, Noregi, USA, India, Onglandi, Spania, Portugal og Avstralia. Sí www.luleamidnightswim.com
Svimjistjørnurnar byrja at flokkast í Delhi, og fyrstu 'tweet' eru tí at síggja á Twitter. Eamon Sullivan sigur at íbúðirnar eru "... Well, livable!", meðan Marieke Guehrer skrivar "Apartments bit unfinished but air con works as does internet". Ashley Delaney skrivar "all in all the village is not that bad, havent found any snakes in my room yet though!". Og Cameron van der Burg skemtar "excited to see the village! Got my flute on hand to tame any snakes ;)". Á Herald Sun sæst ein mynd her har Eamon Sullivan sær út til at hugna sær, við fryntligum indiskum maskinbyrsum í bakgrundini.
Danska Svimjisambandið vísir her á tulking av reglu 7.1 hjá FINA um armtakið í bringusvimjing, sum eftir øllum at døma er komin í gildi hin 27. september 2010: "Et armtag skal foregå som en forsat og uafbrudt bevægelse. Det vil sige at bevægelsen ikke må afbrydes af pause(r) fra det øjeblikke armtaget er påbegyndt og indtil det er tilendebragt."
SwimNews.com skrivaði í gjár at Stephan Widmer landsliðsvenjari hjá Avstralia hevði latið tað verða upp til einstaka svimjara at avgera, um teir vildu við til Delhi. Heimsmeistarin í bringusvimjing Christian Sprenger ivaðist sjálvur, men vónaði at tey flestu fóru við flúgvaranum í dag, um ikki annað til at kunna standa saman. Men tað er enn eitt rættiliga kaotiskt, har avstralsku myndugleikarnir so seint sum í morgun senda út nýggja ávaring um terror kann henda í Delhi nær tað skal vera, meðan indisku myndugleikararnir senda inn apur til at ræða apur burtur, sum er ein reellur trupulleiki við tað at sjálvur borgmeistarin í Delhi í 2007 varð dripin av apum, og við tað at onkur hevur funnið slangu á hotellinum hjá íðkarunum.
Altjóða svimjisambandið FINA hevur á fundin í Uruguay avgjørt at lata Barcelona í Spania fáa heimsmeistarastevnuna 2013. Forsetin Julio Maglione sigur at Barcelona er valt tí at tey hava neyðuga infrastrukturin, og stuðul frá landsmyndugleikum og lokalum myndugleikum. Barcelona hevði eisini HM í svimjing í 2003. Lesið her á USA Today.
Sjálvur forsetin Julio Maglione gekk á odda, tá ið ovasta nevndin hjá altjóða svimjisambandinum FINA á fundi í Uruguay her um vikuskiftið valdi at kúvenda í spurninginum, um hvør sum kann koma við uppskotum til lógarbroytingum hjá FINA. Tey høvdu sum kunnugt havt ætlanir um at bara ovasta nevndin sjálv skuldi kunnað koma við uppskotum til lógarbroyting á regluligi kongressini, men venda nú aftur til tað upprunaliga, at eisini tey einstøku svimjisambondini kunna koma við uppskotum.
Ja ja, sig so tað - suðurafrikanski bringusvimjarin Cameron van der Burgh suffar her á Twitter, at hann roynir at skaffa éin Omega startskammil at venja á. Og frámerkir annars tweet-ið við orðunum "Africa" og "stoneage" :-)
Tíðindaskriv 27. sept. 2010, frá verkætlanarbólkinum
Í eina tíð hevur verið arbeitt við arbeitt við ætlanum at byggja ein 50 m. svimjihyl á Oyrunum í Vági. Eftir
framúrskarandi úrslitini hjá Pál Joensen við EM í august í 2010, har hann vann silvur á 1.500 m. frí, er aftur
sett ferð á verkætlanina. Og nú er verkætlanin komin somikið áleiðis, at dagurin, har farið verður ígongd, av
álvara nærkast.
Nýsælendski David Mullins megnaði í dag at seta heimsmet í at svimja so langt sum gjørligt undir vatni eisini uttan fitjur, tá ið hann í Porirua Aquatic Centre í Porirua svam 218 metrar, har heimsmetið hjá týska Tom Sietas var 213 metrar. Hann svam hetta á stuttgeil, til at fáa fyrimun av at kunna seta oftari av frá veggunum, í mun til at hann við monofitjuni leygardagin svam 265 metrar á langgeil. Les her á The Sydney Morning Herald.
Videoin er ikki tøk enn, men her er ein frá tá ið hann í 2008 tangeraði heimsmetið hjá Sietas:
Nýggjar viðmerkingar
4 dagar 11 tímar síðani
6 dagar 2 tímar síðani
2 vikur 2 dagar síðani
3 vikur 2 dagar síðani
3 vikur 2 dagar síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 1 dagur síðani