Arkiv - Aug 30, 2010

Nú fer Nyad at royna at svimja frá Cuba til Florida

60 ára gamla Diana Nyad ætlar sær í hesari vikuni at svimja frá Cuba til Florida, 103 miles ella 165.76 kilometrar, uttan aðra verju enn okkurt tól til at styggja hávarnar burtur við. Sambært AolNews er tað ikki fyrstu ferð at nakar svimur hendan teinin, men fyrstu ferð at nakar roynir at svimja har uttan hávabúr. Og tað hevur man eftir øllum at døma brúk fyri, har um leiðir, eisini sambært Nyad sjálvari: "You talk to shark experts, and they tell you that when you're far from shore and making all those splashing noises, you tend to attract sharks who think you're a dying fish."

Íslendarar duga absolutt eisini at svimja á sjónum

Leygardagin 28. august svumu 16 svimjarar úr Sundfélag Akraness og venjari teirra Mads Claussen teir 22 kilometrarnar frá Reykjavík til Akranes, í tí tey kalla Faxaflóasund 2010. Talan var um stafett, har tey svumu 1 til 3 ferðir 10-20 minuttir í part, og so at enda teir síðstu metrarnar bara í vanligum svimjiklæðum inn á land.

faxafloasund2010a

[Pictures courtesy of Mads Claussen]