Allir riðlarnir frá morgun kappingunum í síðstu viku eru at finna her, skipað í tíðarrað. Nøvn á svimjarunum síggjast við at trýsta á "i" ovast til høgru í videorútinum.
Nú á farna FM/JM 2013 upplivdu vit sum kunnugt fleiri kolldømingar í liðsvimjing, har fólk vóru ósamd um hvat ið hevði gingið fyri seg. Fólk hava víst á at fleiri stafettir vóru kolldømdar fyri ov skjótt skifti á geil 2, og stóri spurningurin er tí um okkurt var galið við eltíðtakingini á hesi eini geilini.
Bartal og eg filmaðu av góðum grundum 4x50 liðsvimjingina hjá FLOT, av tí at dóttur mín svam við, og vit hava tí video bæði frá síðuni og uppifrá av hesi kolldømingini. Gevið gætur at svimjarin skal ikki bara nerta við plátuna, men eisini trýsta nóg hart til at 'trýsta á kontaktina'. Og at vit sum meginreglu ikki brúka videoprógv í svimjing.
FLOT er sum nevnt á geil 2, næstlongst burtur frá okkum
Serliga uppifrá virkar tað sum um at 'kontaktin' var í so trek. Leggið til merkis hvussu leingi hondin er á vegginum áðrenn føturnar hjá næsta svimjara fara av startblokkinum, og áðrenn nøkur nýggj tíð kemur á talvuna har uppi í horninum. Og minnist aftur til at vit flest kenna til slíkar trupulleikar vegna slitnar plátur, har sláast má hart á pláturnar til at fáa kontaktina at rigga. Spurningurin er meira, um hetta ikki var nóg hart til at plátan burdi reagerað.
Nú er FLOT næst-nærmast okkum (eg síggist við kamera har niðri á gólvinum, hinumegin)
Stafettir dømdar fyri tjóvstart í skifti á geil 2
Her eru nakrar myndir sum Bartal og eg tóku í leypi av Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni í svimjing 2013. Møguliga liggur onkur góð mynd eftir á onkrum korti onkunstaðni, hon kemur so seinni. Sí eisini myndasavnið á Flickr.
Jon Hestoy handar her nálir upp til silvurnál við stjørnu hin triðja morgunin á FM/JM 2013. Gullnálirnar bíðaðu til tá ið sjónvarpað varð um kvøldið.
Leivur Frederiksen tosar við Evald Rasmussen á FM/JM 2013, um dømingina á FM/JM 2013 og vanligastu orsakir til kolldøming.
Leivur Frederiksen tosar her við Jón Bjarnason á øðrum degi av FM/JM 2013, um støðuna í Suðuroyar Svimjifelagi og sovorðið.
Her eru úrslitini frá Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni 2013, sum varð hildið í Svimjihøllini í Gundadali hin 9. til 11. mai 2013. Ein rættiliga væleydnað meistarastevna har vit fingu 7 nýggj føroysk met og 7 nýggj juniormet, umframt at fleiri aðrir svimjarar vóru heilt nær metum eisini. Suðuroyar Svimjifelag vann flest heiðursmerki tilsamans, eini 21 gullheiðursmerki í føroyameistarakappingini og 23 í juniormeistarakappingini.
Leivur Frederiksen tosar her við bretska journalistin Rod Gilmour, sum hesa vikuna vitjaði Føroyar og føroysku meistarastevnuna í svimjing, til at savna inn tilfar til eina bók um Pál Joensen.
Teir fýra Rólant Toftum, Høgni Simonsen, Eyðbjørn Joensen og Pál Joensen megnaðu í gjárkvøldið at seta nýtt føroyskt met í 4x50 metra frísvimjing, tá ið teir í finaluni á FM/JM 2013 vunnu gull í tíðini 1:35.06, har metið hjá Havnar Svimjifelag frá FM í fjør var 1:35.26. Sí úrslitalistan her.
Tær fýra Guðrun Mortensen, Tanja Skaalum, Shaila millum Garðarnar og Kristina Elin Thomsen megnaðu í gjárkvøldið at seta nýtt føroyskt met í 4x50 metra frísvimjing, tá ið tær í finaluni á FM/JM 2013 vunnu gull við tíðini 1:47.15. Ein tíverri heldur rótut løta í sjónvarpingini hjá okkum, við tað at Ægir dámurnar komu skjótari á mál og tí vórðu feiraðar og interviewaðar í at hava sett met og vunnið gull, áðrenn tað kom fram at har hevði verið eitt ov skjótt skifti millum tveir svimjarar. Sí úrslitalistan her.
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 34 min síðani
1 vika 1 dagur síðani
1 vika 2 dagar síðani
1 vika 2 dagar síðani
1 vika 3 dagar síðani
1 vika 3 dagar síðani
1 vika 4 dagar síðani
1 vika 4 dagar síðani
1 vika 4 dagar síðani
1 vika 4 dagar síðani