Faroese Swimming Association
Dagført: 1 tími 14 min síðani
Sun, 21/02/2010 - 19:52
Starvsnevnd SSF avgjørdi herfyri at ógilda tær kravtíðir sum vóru ásettar til HM í Shanghai í 2011, fyri í staðin at nýta nágreinliga tey krøv sum altjóða svimjisambandið FINA nú eftirfylgjandi hevur ásett. Starvsnevndin samtykti eisini formliga at nýta somu kravtíðarskipan til NJM 2010, sum nýtt varð til NJM 2009, og hesar kravtíðir eru tí [...]
Hós, 04/02/2010 - 12:42
Svimjisamband Føroya fer í summar at luttaka á “Swimming Championships of the Small States of Europe”, ið er evropeiska meistarastevnan fyri svimjitjóðir við færri enn 1 millión íbúgvum.
Evropeiska meistarastevnan fyri smátjóðir er eitt tilboð til tær smærru svimjitjóðirnar í Evropa at kappast sínámillum eisini líka ár, har teir evropeisku leikirnir fyri smátjóðir eru ólíka ár. [...]
Týs, 02/02/2010 - 11:01
Trý umboð fyri Svimjiskúla Føroya hava í vikuskiftinum verið á norðurlendskari ráðstevnu í Asker nær Oslo, at kunna seg um nýggjastu læruhættir innan grundleggjandi svimjifrálæru. Hendan norðurlendska ráðstevna verður í Tórshavn í 2012, undir leiðslu av Svimjisambandi Føroya.
“Nordic Conference in Elementary Swimming Teaching” er ráðstevna annaðhvørt ár um grundleggjandi svimjifrálæru, sum nú 10 ferðir hevur [...]
Mik, 27/01/2010 - 16:27
Svimjisamband Føroya hevði í vikuskiftinum aftur vitjan av estiska professaranum Rein Haljand, sum er serfrøðingur í rørslur hjá menniskjum, og ein av heimsins fremstu ráðgevum um svimjiteknikk. Niðurstøðan frá vitjanini hesuferð var, at føroysku svimjararnir sum heild hava betrað um sín teknikk, men at har enn manglar nakað serliga í undirvatnsfasuni.
Mannagongdin var at svimjararnir fyrst [...]
Sun, 17/01/2010 - 19:53
Reykjavík International Games 2010 er nú avgreitt, við hópin av góðum føroyskum úrslitum. Birita Debes megnaði í dag at vinna gull í 50 rygg í seniorbólkinum, og setti tá nýtt føroyskt juniormet. Birita vann eisini silvur í 200 rygg fyri seniorar, og Turið S. Christiansen silvur í 100 bringu fyri seniorar, har tíðin hjá Turið [...]
Sun, 17/01/2010 - 12:49
Turið S. Christiansen setti enn eitt juniormet í morgun, tá ið hon í 100 bringu svam teinin uppá 1:19.20, og saman við 12 ára gomlu Tanju Skaalum kvalifiseraði seg til A-finaluna á Reykjavík International Games, seinnapartin. Ungu føroyingarnir hava til nú vunnið 10 gull, 16 silvur og 10 bronsu í juniorkappingini, umframt 2 silvur og [...]
Ley, 16/01/2010 - 22:30
Tveir av trimum døgum eru nú avgreiddir á Reykjavík International Games 2010, við avbera góðum føroyskum úrslitum. Leirviksgentan Turið S. Christiansen setti í dag tvær ferðir føroyskt met í 200 bringu, bæði sum senior og junior, hóast hon enn ikki er nóg gomul til at luttaka á evropeisku juniormeistarastevnuni. Birita Debes setti tvær ferðir juniormet [...]
Frí, 15/01/2010 - 22:26
Fyrsti dagurin á Reykjavíkar International Games er liðugur og gjørdist føroysku úrslitini sera góð. Okkara svimjarar komu víðari í 15 finalum, herav 8 A-finalum.
Finaluplássini gjørdist hesi:
Astrid Foldarskarð, B-finalu í 50 firvald við tíðini 0:31.32.
Birita Debes, A-finalu í 50 rygg við tíðini 0:31.69 og B-finalu í 50 frí við tíðini 0:29.39.
Bjarni M. Petersen, B-finalu í 50 [...]
Frí, 15/01/2010 - 10:58
Nú um vikuskiftið verður stór altjóða svimjistevna í Reykjavík, har millum annað 43 føroyskir svimjarar luttaka. Hetta verður ein avbjóðandi svimjistevna, har tey skulu kappast ímóti flestu av teimum bestu íslendsku svimjarunum, umframt einum norskum landsliði við sjálvum Alexander Dale Oen á odda. Men tó smæðast føroyingarnir ikki burtur, nú okkara unga lið er styrkismett [...]
Sun, 10/01/2010 - 20:07
Fýra umboð fyri Svimjisamband Føroya vóru leygardagin á vitjan í Sørvági, at skipa fyri venjing, kapping og fundi um svimjing saman við góðum fólki har vesturi. Hetta gjørdist ein fínur dagur, har ið børn og vaksin stuttleikaðu sær saman, og har vágafólk prógvaðu, at tey avgjørt eisini eiga evnaríkar svimjarar.
Umboðini fyri Svimjisamband Føroya vóru feðgarnir [...]
Frí, 08/01/2010 - 14:40
Svimjisamband Føroya sendi í morgun 16 ungar svimjarar til Íslands á venjingarlegu, at venja í 50 metra svimjihyli. Venjarar á ferðini eru Sonni Eliasen og Karina Petersen úr Fuglafirði, og afturat teimum senda Ægir og Suðuroyar Svimjifelag hvør sínar 5 svimjarar til Íslands, at venja á eini síðuleypandi venjingarlegu.
Ungdómslandsliðið eru svimjarar sum hava aldur til [...]
Hós, 07/01/2010 - 13:27
Nú leygardagin 9. januar verður serligt svimjitiltak í Sørvági, har umboð hjá Svimjisambandi Føroya fara vestur at greiða frá um svimjing, og at skipa fyri ymiskum tiltøkum í svimjihylinum. Tiltakið er ókeypis og fyri øll.
Við hesum tiltaka vónar Svimjisambandið at koma í samband við svimjiáhugaði í Vágunum og økja um svimjiáhugan. Tiltakið er hugsað fyri [...]
Mik, 06/01/2010 - 13:18
Pál Joensen og Jón Bjarnason fóru mánadagin 4. januar til Potsdam í Týskalandi, at venja har í 12 dagar saman við harðastu svimjarum úr Týskalandi, Avstralia, Italia, Spania og Suðurafrika. Talan er um fyrstu “Battle Training Camp” venjingarlegu millum hesi lond, har endamálið er at savna sterkastu langteinasvimjarar úr hvørjum landi, til í felag at [...]
Ley, 07/11/2009 - 16:49
Á øðrum degnum á FINA World Cup í Moskva lukkaðist tað hjá Pál. Ein framúrskarandi 1500 metur, væl svomin og sigurin var ongantíð í iva. Tá avtornaði vann Pál við tíðini 14:32.64 næstan sjey sekund framman fyri Vitaly Romanovich úr Russlandi, ið gjørdist nummar tvey við tíðini 14:39.51, á triðja plássið var danin Mads Glæsner, [...]
Nýggjar viðmerkingar
1 dagur 23 tímar síðani
5 dagar 18 tímar síðani
1 vika 1 dagur síðani
1 vika 2 dagar síðani
1 vika 2 dagar síðani
2 vikur 1 dagur síðani
2 vikur 4 dagar síðani
2 vikur 4 dagar síðani
2 vikur 6 dagar síðani
3 vikur 7 tímar síðani