svimjiskulin.com

Bjóða út innihald
Ein lýsing av Svimjiskúla Føroya
Dagført: 12 min 20 sek síðani

Svimjiskúli Føroya á ráðstevnu í Noregi

Týs, 02/02/2010 - 13:50
Trý umboð fyri Svimjiskúla Føroya hava í vikuskiftinum verið á norðurlendskari ráðstevnu í Asker nær Oslo, at kunna seg um nýggjastu læruhættir innan grundleggjandi svimjifrálæru. Hendan norðurlendska ráðstevna verður í Tórshavn í 2012, undir leiðslu av Svimjisambandi Føroya. “Nordic Conference in Elementary Swimming Teaching” er ráðstevna annaðhvørt ár um grundleggjandi svimjifrálæru, ...

Skeið á Toftum í morgin

Týs, 02/02/2010 - 13:50
Í morgin fríggjadag verður aftur skeið á Toftum, eftir eitt fullteknað skeið síðsta vikuskifti, og áðrenn eitt skeið onkunstaðni aftur í næstu viku. Tað er rættiligur gravgangur eftir at sleppa á skeið, skilst, so tey dríva á at fáa so nógv gjøgnum mylluna sum gjørligt.

Skeið á Toftum

Týs, 02/02/2010 - 13:50
Rúni og Pálin hava í gjár og í dag skipað fyri skeiði í merkjaskipanini, her í hylinum á Toftum. Áhugin er avbera stórur,  so at neyðugt verður at hava eitt skeið aftur um einar 14 dagar, og kanska eitt afturat longu í næstu viku.

Skeið í Suðuroy í dag

Týs, 02/02/2010 - 13:50
Sum tit kunnu lesa her av susvim.com: "Skeið í merkjaskipanini verður í skúlanum í Vági fríggjadagin 21. august. Øll sum hava áhuga kunnu vera við. Vit møtast í Vágs Skúla kl 16:00. Havið svimjiklæðir við. Skeiðshaldari verður Rúni Gaardbo."

Fyrsta HS/SSF venjaraskeið avgreitt

Týs, 02/02/2010 - 13:50
Sum kunnugt byrjaði Havnar Svimjifelag eitt átak her fyrst í nýggja svimjiárinum, at fáa til vega fleiri útbúnar venjarar. Og nú eru so tey fyrstu 9  útbúgvin, eftir at hava verið á kvøldskeið tann 9., 18. og 25. september. Vit ætla at hava nakrar eyka 'temadagar' afturat her í heysthálvuni; ...

Svimjiskúlin fingið sjónvarpsrás

Týs, 02/02/2010 - 13:50
Sí svimjiskulin.blip.tv, har tað nú ber til at síggja tær 20 'kjarnuvenjingarnar' úr bókini "Slik lærer du å svømme", umframt royndirnar til vatnmerki og kópahvølp. Videoirnar síggjast eisini á síðuni "Kjarnuvenjingar og royndir", her á heimasíðuni. Tær eru ikki heilt perfektar enn, og verða tí møguliga skiftar út í leypi ...

Rúni gjørt ein faldara

Týs, 02/02/2010 - 13:50
Nú byrjar tað av álvara at síggja professionelt út :-) Sí http://www.svimjiskulin.com/um-svimjiskulan/merkjaskipanin/faldari/ Ella far beinleiðis til faldaran her (pdf-fíla)

Eitt sindur meira gjørt

Týs, 02/02/2010 - 13:50
Snikkaði saman eina lýsing av merkjaskipanini, og havi fingið fatur á yvirlitinum yvir tey sum hava verið á skeið í merkjaskipanini. Hartil havi eg beint nú sett upp eitt avkrossingarskema, ið skal verða ein hjálp til at kunna staðfesta á hvørjum støði ein svimjari er, um hann longu dugir eitt ...

Fyrsti postur

Týs, 02/02/2010 - 13:50
Vælkomin til svimjiskulin.com, sum er mín roynd at fáa lýst Svimjiskúla Føroya, føroyskari svimjing at frama. Fyribils er her ikki nógv at síggja, annað enn at eg havi fingið skrivað eina síðu um svimjiskúlan, umframt at hava stovnað eina 'wiki' á wiki.svimjiskulin.com, at royna at brúka til at snikka saman eina ...