isf.fo

Bjóða út innihald
The Faroese Confederation of Sports and Olympic Committee
Dagført: 18 min 6 sek síðani

Ítróttasamband Føroya og 10’arin Sp/f hava gjørt samstarvsavtalu.

Sun, 29/08/2010 - 13:35


Avtalan inniber, at 10’arin fær rætt at senda upptøkur frá ítróttatiltøkum, herundir kappingum, sum verða fyriskipaðar av ÍSF ella sersambandi undir ÍSF.

Eftir nærri avtalum við fyriskipandi sersamband kann 10’arin eisini senda  beinleiðis frá finalum ella øðrum tiltøkum.

10’arin  og ÍSF ynskja, at so nógv sum gjørligt verður gjørt burturúr ítróttinum. M.a. at tað verður sent eitt breitt úrval av ítrótti á rásini, íroknað frá ungdómsítrótti og lægri deildum.

Petur Elias Petersen, forseti  í  ÍSF,, heilsar avtaluni vælkomnari og fegnast um at eisini 10’arin ynskir at geva rúmd fyri ítróttini á teirra sendineti.

Við hesi avtalu eru nú tvinnar avtalur við sjónvarpsrásir, nevniliga Sjónvarpið hjá Kringvarpinum og nú eisini við 10’arin.

Frammanundan eru tvinnar avtalur um at senda frá ítrótti í útvarpi, við ávikavist Rás 2 hjá Miðlahúsinum og við Útvarpinum hjá Kringvarpinum.

Jan P. Jacobsen, stjóri í 10’aranum fegnast um, at ÍSF og sersambondini undir ÍSF hava valt at gera eina avtalu við 10’arin, so eisini ítróttur kann síggjast á hesi nýggju rásini, sum sæst av á leið 80% av fólkinum, í løtuni.

Jan sigur víðari, at miðað verður eftir at byrja skjótast gjørligt at senda, og at ætlanir eru at úbyggja sendinetið alla tíðina, so at allir føroyingar, ið hava televarpsmóttakara, hava møguleikan at síggja rásina.

Ítrótturin og eg – James Olsen

Ley, 28/08/2010 - 10:12


Heimasíðan hjá ÍSF setir kendum fólki spurningar um ítrótt og rørslu:

– Hvat gert tú fyri at halda teg í form?
- Ert tú limur í ítróttarfelag?
- Íðkaði tú ítrótt sum barn?
- Hvønn týdning hevur ítróttur og rørsla fyri teg og samfelagið?

Sum við tónleiki kunnu vit ikki liva uttan ítrótt

Havnarmaðurin James Olsen er kendur tónleikari. Sum sangsolistur og sum trummusláari í m.a. Showmonnum, Chase, Papar og hjá Erann DD. Á heysti 2008 fekk hann ein sokallaðan ”gastric bypass”-skurð vegna ovurvekt, og er síðan lætnaður munandi

“Eg royni at ganga ein túr av og á”.

“Nei, eg eri ikki limur í nøkrum ítróttafelag”.

“Ja, eg íðkaði ítrótt sum barn. Spældi fótbólt við B36, og hondbólt við Kyndli eina tíð. Annars spældi eg nógv fótbólt saman við vinum í grannalagnum”.

“Eg trúgvi, at ítróttur er ein øgiliga týdningarmikil partur av lívinum. Vegna ovurvekt havi eg ikki havt so nógvar møguleikar at íðka ítrótt, men nú er betur, og er skal byrja aftur at røra meg, tí tað er lívsneyðugt fyri at halda kropp og sál í javnstøðu.

Tað er eisini sera umráðandi fyri samfelagið, at ítróttur er til staðar fyri øll – ikki bara fyri samanhaldið.

Akkurát sum við tónleiki, kunnu vit ikki heldur liva uttan ítrótt”.

Góðu svimjarar og tit øll, ið varða av svimjingini!

Týs, 24/08/2010 - 21:52

Fyrst av øllum skal eg vegna ÍSF ynskja tykkum hjartaliga tillukku við framúrskarandi úrslitunum í EM-kappingini í Budapest, sum vit her heima við stórum spenningi kundu fylgja við í.
Vit ynskja tykkum øllum somlum vælafturkomin: Pál, Pauli, Jón, Thurid og Rókur!
Serliga eru vit errin av tær, Pál, sum megnaði at seta Føroyar á heimskortið við silvurmerkinum í 1500 metra frísvimjing, ið gav bæði føroyskt og norðurlendskt met.
Somuleiðis fegnast vit saman við tær, Pauli, at tú í tínum kappingum bæði megnaði atseta eitt føroyskt met og eina rúgvu av persónligum metum.
Eisini skalt tú, Jón, fáa nøkur orð við á vegnum, tí tú sum fáur megnar at koyra á og fáa tað besta burtur úr teimum svimjarum, tú tekur tær av.
* * *
Tit í Svimjisambandinum hava enn eina ferð víst, at tit gera eitt topp-professionelt arbeiði, og tit tora umaftur og umaftur at taka tey stóru tøkini, ið skulu til.
Samlaða avrikið í Budapest prógvar, at játtanin til úrvalsítróttarfólk er pengar, ið eru væl givnir út og veruliga hava kastað frálík úrslit av sær.
Veruleikin er, at vit hava ikki ráð til ikki at játta pengar, tá vit hava hesi talentini, ið megna hesi stóru avrikini, og vit eiga altíð at tryggja teimum bestu møguligu umstøður.
Tá vit tosa um úrvalsítróttarfólk, so gongur Pál undan sum ein lýsandi stjørna, og vónandi fer tað eisini í komandi tíðum at bera til at finna pengarnar til bestu venjing og fyrireiking.
* * *
Um tvey ár eru olympisku leikirnir í London, og vit vita, at tað er stóri dreymurin hjá Páli, at hann tá kann teljast millum tey íðkandi í stóru OL-kappingini.
Í mong ár hevur verið arbeitt við at vinna Føroyum sjálvstøðugan limaskap í altjóða olympisku nevndini, IOC, og støðugt royna vit at ávirka leiðandi IOC-fólk, so skjótt eitt høvi býðst.
So leingi, vit ikki hava limaskap í IOC, mugu vit leita eftir teimum møguleikum, ið kunnu finnast, so Pál eisini í London verður at síggja millum hinar av heimsins fremstu svimjarum.
Sum er, er eim møguleiki, at vit við samstarvsavtalu við donsku olympisku nevndina, ið umboðar alt ríkið, kunnu fáa Pál við til OL, men vit kanna alla tíðina allar møguleikar.
* * *
Síðani EM-kappingina í Budapest hevur nógv verið tosað um, at okkum tørvar ein 50 metra svimjihyl í Føroyum og umstøður annars, tá talan er um úrvalssvimjing.
ÍSF ynskir sjálvandi bestu umstøður fy+ri øll ítróttarfólk, og at vit hava bæði hallir og vallir til so nógvar ítróttargreinar sum gjørligt kring alt landið.
Tað er heldur einki dulsmál, at ein 50 metra svimjihylur hevði verið góður at fingið eisini, so umstøðurnar hjá Páli og øðrum blivu tær allarbestu.
Men tørvurin er stórur innan fleiri ítróttargreinar, so tí er neyðugt, at ÍSF saman við umboðum fyri almennu myndugleikarnar og kommunurnar fær sett øll hesi viðurskifti á breddan.
* * *
Góðu tit øll!
Ítrótturin hevur enn eina ferð víst eitt gott andlit uttan fyri landoddarnar og givið Føroyum eina umrøðu, vit øll somul bara kunnu fegnast um og vera errin av.
Enn eina ferð er staðfest, at íløgur í ítrótt koma fleirfalt aftur, tí føroysk ítróttarfólk altíð eru bestu ambassadørar fyri landið og fólkið, hvar tey so komakring knøttin.
Og enn eina ferð hevur tað verið svimjingin – og serliga Pál – ið hevur víst umheiminum, at eisini vit í lítlu Føroyum kunnu ala fram stórar kempur.
Takk fyri enn eitt gott avrik og allarbestu eydnu í komandi avbjóðingum!

leiðreglur um góðan atburð

Frí, 20/08/2010 - 09:43

Nú summarfrítíðin hjá nógvum er at enda komin, byrjar vetrarítótturin sítt virksemi aftur. Børn og ung verða boðin at tekna seg til ítrótt, og flestu teirra, sum longu eru uppi í ítrótti halda fram.

Ítróttasamband Føroya vil fegið verða við og gera sítt til at børnini, tey ungu eins og foreldur og avvarandi saman við teimum, ið varða av ymisku ítróttafeløgunum, fáa eina góða byrjan og í framtíðini góða uppliving í ítrótta-umhvørvinum.

Vit vísa á leiðreglurnar um góðan atburð, sum Ítróttasamband Føroya hevur orðað og staðfest í 2008.

Hesar leiðreglur siga nakað um, at vit skulu fara væl um hvønn annan og hava virðing hvør fyri øðrum, so at ítrótta-umhvørvið er eitt gott og trygt umhvørvi, har øll kunnu kenna seg væl og vird og koma saman í gleði.

Okkara hugskot er, at feløgini saman við børnunum, teimum ungu og foreldrum/avvarandi taka evnið um góðan atburð upp við byrjan av ítróttaárinum. Hetta kann verða gjørt á felagsfundi, har leiðreglurnar verða gjøgnumgingnar, og tosað kann verða um týdningin av hesum.

Leiðreglurnar eru at finna sum plakat áleið í A2 stødd. Ætlað at verða hongd upp í felagshølum og høllum. Eisini eru serstøk kort í A5 stødd, sum kunnu takast upp hvørt sær.

Tað ber eisini til hjá feløgum, ið hava heimasíðu, at vísa til leiðreglurnar umvegis sína heimasíðu.

Feløg kunnu fáa plakatina og kortini við at seta seg í samband við skrivstovuna hjá ÍSF, umframt at leiðreglurnar eru á heimasíðuni hjá www.isf.fo undir bjálkanum Góður atburður.

Vit í ÍSF vóna, at hetta er við til at ítrótturin altíð er eitt ynskiligt umhvørvið.

Úrskurður Ítróttadómsins viðvíkjandi kæru frá Miðvágs Róðrarfelag

Mik, 28/07/2010 - 10:09

Miðvágs Róðrarfelag hevur við kæru dagfest 27. juli 2010 kært úrskurðin hjá dómsnevnd RSF tann 27. juli 2010 til ítóttadómstólin, við kravi um at Páll Fangi 6 mf menn verður dømdur harðari revsing, enn ásett av kappingarnevndini og staðfest av dómsnevndini.

Ítróttadómstólurin var settur 28. juli 2010 kl 8. 30. Møtt vóru Poul Hansen, Eyðhild Skaalum og Børge B. Hansen.

Dómstólurin er samdur við RSF og dómsnevndini at soleiðis sum grein 3 í lógum RSF’s og reglunum fyri føroyameistaraheitið eru praktiseraðar gjøgnum árini hevur Páll Fangi brotið nevndu reglar.

Nýtslan av gulum og reyðum kortum er tilætlað dómarunum at nýta í sambandi við sjálvan kappróðurin, og kann tí ikki brúkast umsitingarliga aftaná at róðurin er liðugur.

Tá RSF hevur dømt eina sekt sum tað ikki hevur heimild til at døma, samstundis sum tað er greitt at Páll Fangi í minst tveimum førum hevur brotið grein 3 í lógunum og reglunum fyri føroyameistaraheitið verður málið sent aftur til RSF til nýggja viðgerð og støðutakan hvørjar fylgir slíkt brot skal hava fyri Páll Fanga.

Í nýggju viðgerðini hjá RSF skal innganga at um RSF hevði verið vart við broytingina í bátinum áðrenn ein róður vildi báturin ikki fingið loyvið at starta

Fundurin var lokin kl 9.45

Ítrótturin fyri revsiváttanum

Mán, 19/07/2010 - 23:26

Ítróttasamband Føroya stuðlar ætlanini at savna revsiváttanir fyri fólk, ið skulu útføra uppgávurnar, at vera m.a. venjarar og leiðarar fyri ungdómin og ikki minst fyri børn,  sum  landstýriskvinnan í Innlendismálum, hevur ætlaninr at innføra.

Føroyar eru í løtuni eitt grásonuøkið, tí vit eru einasta landið her um leiðir, ið ikki krevur  slíkar váttanir frá fólkum, ið vera sett at venja og annars passa okkara børnum í frítíðini.

Um  lógin verður sett í gildið í Føroyum, so vilja vit sjálvandi fylgja lógini og krevja inn revsiváttanir frá okkara venjarum og leiðarum, sum hava við børnini at gera.

Føroyskur ítróttur vil sjálvandi tryggja øllum, sum íðka ítrótt, at trygg kor eru kring um, og vil sjálvandi mótvirka, at kynsligur ágangur kann koma fyri, tá børnini eru til venjing ella sum heild eru í ítróttaliga umhvørvinum.

Kynsligur ágangur er avgjørt ikki foreiniligar við ítrótt og virðisgrundarlagi hjá ítróttini.

Fyri okkum, er tað ófrávíkiligt yvirskipað krav, at í føroyskum ítrótti skal tað vera trygt at vera fyri øll, eisini óansæð førleika.

Endamálið við slíkum revsiváttanum er at gera tað ómøguligt hjá persónum, sum eru dømd fyri seksuellar atgerðir, at koma í starv í felagnum, sum venjari ella leiðari, at gera nýggjan ágang ímóti børnum.

Viðmerkjast skal, at hesar váttanir ikki kunnu standa einsamallar, tí øll, ið gera slíkan ágang, vera ikki meldaði og/ella dømd. Men hetta kann virka fyribyrgjandi og gera tað, at tey, sum eru dømd, ikki søkja ella ynskja at gerast venjari ella leiðari hjá børnum innan ítróttina.

Tað snýr seg eisini um nógv um fyribyrging, opinleika, kunning og ymiskar praktiskar fyriskipanir í feløgunum, fyri at fyribyrgja kynsligum ágangi.

Faldari
Til  kunnleika, so hevur Ítróttasamband Føroya, tá skipanin kom í gildi í Danmark, sent  kunningartilfar til feløgini, sum Danska Ítróttasambandið hevur latið gjørt, har vegleiðingar eru um, hvussu man ber seg at, um mistanki er um ella atgerð er framd, og eisini hvussu man sum venjari kann gera fyri at sleppa undan at koma í óhepnar støður, sum kanska kunnu misskiljast.

Faldarin kann annars umbiðjast á skrivstovuni hjá ÍSF, sum sendir hann út, uttan kostnað.

Summarfrí

Frí, 16/07/2010 - 13:44

Vegna summarfrí er skrivstovan stongd í viku 30, 31 og 32.

Um átrokandi boð eru, kunnu tit ringja til Petur Elias Petersen á tlf. 210299

Vit lata upp aftur 16 august.

Ítróttaravtalan dagførd

Mán, 12/07/2010 - 15:05


Við gildi frá 1. juli 2010 hava Integratiónsministeriet í Danmark og Innlendismálaráðið sett nýggja ítróttaravtalu í gildi fyri útlendingar, sum hava ítrótt sum sítt høvuðsarbeiði í Føroyum. Samstundis er ítróttaravtalan frá 4. november 2008 sett úr gildi.

Minsta mánaðarliga inntøkan av ítrótti, sum kann vera grundarlag fyri einum uppihalds- og arbeiðsloyvi ( ítróttarloyvi ) í Føroyum er nú kr. 9.543.

Mesta loyvda inntøkan av øðrum arbeiði skal fyri loyvistíðarskeiði í meðal ikki fara upp um kr. 8.812 kr. pr. mánað

Rætturin til hjávinnustarv afturat ítróttinum er tengdur at sáttmálatíðarskeiðnum, ið útlendingurin hevur við ítróttarfelagið.

Upphæddirnar verða dagførdar hvønn 1. mai, so tær fylgja lønarásetingini í sáttmálanum hjá Føroya Arbeiðarafelag fyri verkafólk. Fyrsta dagføring verður 1. mai 2011.

Ítróttaravtalan í fullum orðaljóði sæst her (209 kb pdf).

Oyggjaleikirnir 2015 á Jersey

Týs, 29/06/2010 - 00:13
Á aðalfundinum hjá IIGA, sum varð hildin á Isle of Wight 27. juni 2010, var atkvøtt ímillum báðar oyggjarnar, sum bjóðaðu seg fram at skipað fyri leikunum í 2015, nevniliga Gotland og Jersey. Atkvøðugreiðslan endaði við at Jersey fekk 28 atkvøur, Gotland fekk 27 atkvøður og ein atkvøða var blonk. Sostatt er Jersey oyggin ið er vertur fyri leikunum í 2015. Ítróttagreinir ið vera á Jersey eru :
  • Badminton
  • Basketball
  • Bogaskjóting
  • Borðtennis
  • Flogbóltur
  • Fótbóltur
  • Fræsur ítróttur
  • Golf
  • Sailing and Sail Boarding
  • Skjóting
  • Súkling
  • Svimjing
  • Tennis
  • Triathlon
Komandi ár vera oyggjaleikirnir hildnir á Isle og Wight í døgunum 25. juni til 1. juli 2011, og í 2013 verður Bermuda vertur fyri leikunum.

Nýggjur stuðulsmøguleiki til ítrótta- og mentanarverkløg

Mik, 09/06/2010 - 13:24
Almennur kunningarfundur verður í Norðurlandahúsinium mikudagin 16. juni 2010 kl. 15-17. Mentamálaráðið og ÍSF, saman við umboði frá LOA-grunninum, skipa fyri fundinum, sum verður í Skálanum í Norðurlandahúsinum. Høvi verður eisini hjá áhoyrarunum at seta fram spurningar og samskifta um ávísar ítøkiligar verkætlanir. Í apríl 2010 skrivaði landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, undir samstarvsavtalu við Lokale- og Anlægsfonden, LOA-grunnin, soleiðis at føroyingar í ár kunnu søkja um stuðul til íløgur innan ítrótt og mentan. Við avtaluni við LOA ber til at søkja um stuðul ella lán til størri íløgur í ítróttaverkløg, mentanarhús, sjónleikarhús, konserthús, verkløg til skótar, biografar, tónleika- og dansiverkløg o.t. at nýta til almannagagnlig endamál. Tey, sum kunnu søkja, eru feløg, stovnar, grunnar og kommunur, sum ynskja at byggja og reka verkløg uttan fíggjarlig egináhugamál. Tiltakið er ætlað teimum, sum umhugsa at søkja úr grunninum, men fjølmiðlar og onnur áhugað eru vælkomin. Tiltakið er alment og ókeypis. Skráin: 15.00- 15.10 Vælkomin – Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna 15.10- 16.10 Jørn Christoffersen, ráðgevi í LOA-grunninum, greiðir frá virkseminum hjá grunninum, so sum stuðulsmøguleikar, mannagongdir, krøv v.m. Harumframt verður kunnað um ymiskar verkætlanir, sum LOA-grunnurin áður hevur stuðlað 16.10- 16.30  Kaffisteðgur 16.30- 17.00 Spurningar og kjak LOA-grunnurin er danskur grunnur, ið verður fíggjaður við 8% av donsku veddingarpengunum, harumframt hevur grunnurin eitt stovnsfæ, sum donsk ítróttarfeløg settu í grunnin, tá ið hann varð stovnaður í 1993.

Góður atburður hjá venjarum

Hós, 03/06/2010 - 11:40


Bill Mc. Leod Jacobsen

Tíverri koma úrslitini í fyrstu røð

At vera venjari hjá einum fótbóltsliði er at fáa sum mest burtur úr tí tilfeingi tú hevur – at eggja leikarunum til at geva sítt besta og at hjálpa teimum til at blíva betri.

Bill Mc. Leod Jacobsen er ein av royndu fótbóltsvenjarunum í Føroyum. Umframt at vera venjari hjá besta mansliðnum hjá B68 á Toftum – ársins venjari í 2009, er hann eisini annar av venjarunum hjá framburðarríka U21-landsliðnum.

- Sum fótbóltsvenjari á hægsta støði kemur tú ofta í eina tvístøðu, tí tað er úrslitini sum telja mest av øllum. Tað at B68 fær stig í Vodafonedeildini kemur framum menningina hjá tí einstaka leikaranum – tíverri, soleiðis er tað bara. Tí er tað munur á at vera venjari á hægsta støði og so at vera ungdómsvenjari, har denturin í størri mun eigur at vera lagdur á menningina av einstaklinginum, greiðir Bill Mc. Leod frá.

- Tá pengar koma upp í leikin, verður venjarin noyddur til at taka liðið og úrslitini hjá liðnum framum, so mugu einstaklingarnir tillagast hareftir, skilt á tann hátt, at um ein persónur er orsøk til at tað kemur ójavnvág á liðið, so má venjarin viga um tað er liðið, ið skal laga seg til tann eina persónin, ella at viðkomandi skal skiftast út við ein annan. Tá er tað seinna oftani tann rætta loysnin.

Tað er ein javnvág á eggini at vera venjari. Men sambært Bill Mc. Leod er tað sjálvandi ikki so, at øll knep verða brúkt fyri at vinna.

- Sum venjari mást tú vera trygd fyri, at heilsan hjá leikara ikki verður offrað til frama fyri úrslitini. Eg havi aldri verið nærhendis doping, og kenni tí ikki til slíkt í føroyskum fótbólti. Men sjálvandi skal tað ikki góðtakast. Eg eri eisini ímóti at ítróttafólk taka pínulinnandi heilivág fyri at kunna spæla. Her er man ofta undir trýsti frá leikarunum sjálvum, sum vil sleppa at spæla. Men sum venjari eigur ein at duga at síggja longur fram enn til tann komandi dystin.

Tá tað kemur til tað, ið verður sagt við síðulinjuna og eftir dyst, og kanska ikki burdi verið sagt, hava tey rættiliga greiðar linjur í B68.

- Vit hava ein talsmann, ið úttalar seg til fjølmiðlarnar. Vit ynskja ikki, at umdømi hjá ungum leikarum verður skalað orsaka av onkrum teir kunnu finna upp á at siga í sinnisrørslu eftir ein dyst, til dømis. Undir dysti er tað eisini bara eg, ið sleppi at gera viðmerkingar til dómaran. Leikararnir hava fingið boð um at góðtaka og virða avgerðirnar hjá dómaranum. At teir so ikki altíð gera tað, er so ein onnur søk, sum vit mugu arbeiða við.

- Eg havi arbeitt miðvíst við mær sjálvum seinastu árini – royni at læra meg at tiga og heldur seta meg niður á beinkin enn at rópa tað, ið eg kanska kundi hugsa mær eftir til dømis dómaranum, um eg haldi, at okkara lið hevur verið fyri órættvísi. Sum venjari geri eg mær ómak við at fyrireika meg og liðið sum best til dystirnar. Tá eg so møti onkrum, ið ikki ger sær ómak, kenni eg meg órættvíst viðfarnan, og kann gerast firtin.

- Sum venjarar og ítróttafyrimyndir mugu vit taka atlit til, at tað eru børn og ung kring vøllin, ið hoyra okkum. Venjarin skal tí vera tilvitaður um hvat orðaval hann brúkar í dysti og venjing, tí tað vil altíð vera onkur, ið kann hoyra tað, ið verður sagt.

Sum venjari í bestu fótbóltsdeildini upplivir Bill eisini  ein ávísan óvilja móti fremmandum fólki.

- Útlendingar, sum koma til Føroya at spæla bólt, mugu vera betri enn miðal fyri at blíva virdir sum leikarar, annars verða teir sæddir sum nakrir, ið taka plássið frá føroyingunum. Í B68 hava vit tveir afrikanar, men fyri báðar er galdandi, at teir teljast millum allar bestu bóltspælararnar í Vodafonedeildini, og tí verða teir respekteraðir.

- Men vit uppliva eisini rasistisk tilróp, og tað eigur at revsast, tí slíkt skal ikki góðtakast á leikvøllinum. Hinvegin skulu vit eisini vara okkum fyri, at tey øðrvísi littu fáa fyrimunir vegna sín húðarlit. Tað skal heldur ikki henda, tí tað er eisini rasisma av onkrum slag, um ein myrkur leikari kann brúka sín húðarlit fyri at skapa sær fyrimunir hjá dómaranum, sigur Bill Mc. Leod Jacobsen.

Petur Elias nýggjur forseti í ÍSF

Ley, 29/05/2010 - 16:20


Ítróttasamband Føroya hevur havt aðalfund á Hotel Hafnia í dag. Eini 50 umboð frá sersambondum og ítróttafeløgum kring landið vóru møtt.

Óla Jákup Kristoffersen, orðstýrari, stýrdi fundinum, ið varð hildin sambært ásetingunum í evstulógini hjá ÍSF.

Petur Elias Petersen, virkandi ÍSF-forseti, greiddi frá virkseminum hetta farna árið. Millum tættirnar, ið hann tók fram, vóru fíggjarviðurskifti og týdningurin av sjálvbodna arbeiðinum kring landið, rørsluárið og fólkaheilsa, førleikamenning, úrvalsítrótt og altjóða virksemi.

Í samband við altjóða arbeiðið varð bæði nomið við metoyggjaleikirnar í Álandi í fjør, og við nýggja altjóða limaskapin, sum ÍSF hevur vunnið sær í felagsskapinum TAFISA.

Eisini varð nomið við sendirættindi, ítróttarverkløg og doping.

Forsetin takkaði samstundis teimum, ið leggja lunnar undir stóra ítróttarvirksemið í Føroyum, ítróttafólkum og -leiðarum, almennum og kommunalum myndugleikum, stovnum og fyritøkum og fjølmiðlum.

Undir innkomin var staðfesting av lógini hjá nýggja sersambandinum fyri bogaskjóting og broyttu lógunum hjá skjótisambandinum fyri. Tær vóru staðfestar av aðalfundinum.

Síðani varð farið til nevndarval, har nýggjur forseti skuldi veljast. Sølvi Reinert Hansen legði frá sær fyrr í ár, og hevur varaforsetin, Petur Elias Petersen, røkt forsetastarvið fram til aðalfundin. Hann var einasta innkomna uppskotið til forsetasessin, og varð hann einmælt valdur til nýggjan forseta í Ítróttasambandi Føroya.

Petur Ove Petersen var einasta innkomna uppskotið til varalim, og varð hann valdur. Hann tekur samstundis sætið í starvsnevndini sum varaforseti.


Nevndin hevur sostatt hesar limir: Petur Elias Petersen, forseti, Petur Ove Petersen, varaforseti, og Katrin Joensen, skrivari.

Undir ymiskt nýtti fráfarni forsetin, Sølvi Reinert Hansen, høvi at takka fyri tíðarskeiðið í starvsnevnd og stjórn ÍSF.

Endað varð sum vant við tjóðsanginum.

ÍSF limur í TAFISA

Frí, 28/05/2010 - 16:03


Ítróttasamband Føroya gjørdist fyri stuttum limur í altjóða felagsskapinum TAFISA (Trim & Fitness International Sport for All Association).

Talan er um um altjóða felagsskap, ið arbeiðir við breiddarítrótti – sonevndum Sport for All. TAFISA skipar fyri nógvum ymiskum tiltøkum, so sum ráðstevnum og førleikagevandi skeiðum. Limaskapurin letur enn einar dyr upp fyri føroyskum ítrótti í altjóða høpi.

Teir yvir 200 limafelagsskapirnir í TAFISA eru úr 130 londum og eru fjølbroyttir – har eru ítróttasambond, olympiskar nevndir og altjóða ítróttafelagskapir hvørt um annað.

Meiri fæst at vita um felagsskapin á heimasíðuni www.tafisa.net.

Aðalfundur 29. mai

Frí, 28/05/2010 - 15:08
Leygardagin 29. mai kl 10 verður aðalfundur á Hotel Hafnia við hesi skrá: a.     Forseti ÍSF setur fundin og skipar fyri at velja fundarstjóra. b.     Forsetin greiður frá virksemi ÍSF í farna árinum. c.     Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap fyri ÍSF fyri farna árið. d.     Umrøða og fyrispurningar um virksemið hjá stjórn og starvsnevnd ÍSF. e.     Viðgerð av uppskotum og málum, sum eru løgd fyri aðalfundin eftir mannagongdini í grein 8. f.     Viðgerð av møguligum uppskoti frá stjórnini um ásetan av ársgjaldi. g.     Val av starvsnevnd og møguligum øðrum størvum ella umboðum. h.     Val av grannskoðara, ið skal vera ríkisviðurkendur. i.     Ymiskt Viðv. pkt. e Lógarbroytingar í Skjótisambandi Føroya og stovnan av Bogaskjótsambandi Føroya. Sí hjáløgdu lógir. Viðv. pkt. g Sambært grein 13 í lóg fyri Ítróttasamband Føroya stendur fyri vali til starvsnevndina fyri eitt tvey ára skeið forseti og fyri eitt eitt ára skeið varalimur. Vísandi til grein 8 í lóg ÍSF skal verða sagt frá, at uppskot er komið rættstundis til starvsnevndina um at velja Petur Elias Petersen til forseta. Petur Ove Petersen er skotin upp sum varalimur í starvsnevndini.

Leygardagin 29. mai kl 10 verður aðalfundur á Hotel Hafnia við hesi skrá:
a.     Forseti ÍSF setur fundin og skipar fyri at velja fundarstjóra.b.     Forsetin greiður frá virksemi ÍSF í farna árinum.c.     Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap fyri ÍSF fyri farna árið.d.     Umrøða og fyrispurningar um virksemið hjá stjórn og starvsnevnd ÍSF.e.     Viðgerð av uppskotum og málum, sum eru løgd fyri aðalfundin eftir mannagongdini í grein 8.f.     Viðgerð av møguligum uppskoti frá stjórnini um ásetan av ársgjaldi.g.     Val av starvsnevnd og møguligum øðrum størvum ella umboðum.h.     Val av grannskoðara, ið skal vera ríkisviðurkendur.i.     Ymiskt
Viðv. pkt. eLógarbroytingar í Skjótisambandi Føroya og stovnan av Bogaskjótsambandi Føroya. Sí hjáløgdu lógir.
Viðv. pkt. gSambært grein 13 í lóg fyri Ítróttasamband Føroya stendur fyri vali til starvsnevndina fyri eitt tvey ára skeið forseti og fyri eitt eitt ára skeið varalimur.
Vísandi til grein 8 í lóg ÍSF skal verða sagt frá, at uppskot er komið rættstundis til starvsnevndina um at velja Petur Elias Petersen til forseta. Petur Ove Petersen er skotin upp sum varalimur í starvsnevndini.

Dopingeftirlit

Frí, 21/05/2010 - 12:06

Í fjør vórðu tiknar 14 dopingroyndir, har uppbýti millum ítróttargreinirnar var : 2 fótbóltur, 3 skjóting og 9 frælsur ítróttur (renning). 12 vóru men og 2 kvinnur. Allar royndir vóru negativar.

Síðani fyrstu royndirnar vórðu tiknar á heysti 2002, eru tilsamans 180 dopingroyndir tiknar í Føroyum av føroyska dopingeftirlitinum. Harafturat koma so nakrar royndir, ið føroysk ítróttafólk hava fingið tiknar í samband við altjóða kappingar, ella tí tey hava vant við útlendskum feløgum, t.d. í Danmark.

Higartil hava allar royndirnar í Føroyum verið negativar. Hagtøl í Danmark vísa, at ca. ½% av tiknum royndum eru positivar, t.v.s. 1 av hvørjum 200.

Hyggja vit nærri eftir hagtølum, so síggja vit, at av teimum 180 royndunum eru 128 menn og 52 kvinnur kannaðar.

Man plagar at siga, at tveir triðingar av royndunum skulu takast undir venjing, meðan tann síðsti triðingurin verður tikin í kappingum. Tølini hjá okkum vísa, at 116 royndir eru tiknar til venjingar og 64 í kappingum, ella ávikavist 64,44 og 35,56 %, so vit liggja sera tætt við hesar ætlanir.

Sum nevnt omanfyri eru ongar positivar royndir staðfestar enn, men í nøkrum førum hava leikarar fingið loyvi at nýta t.d. astmaheilivág, sum er á dopinglistanum. Hetta verður gjørt, tá ein hevur læknaliga ávísing um at man skal nýta hendan heilvág. Eisini hava onkur dømir verið um persónar, ið hava havt testesteronvirði omanfyri markið. Tá verður royndin kannað nærri av serfrøðingum í München, sum staðfesta um økta testesteroninnihaldið er av nátúrligum ávum, ella um viðkomandi hevur tikið ólóglig evnir. Í øllum okkara førum eru staðfestar nátúrligar orsøkir!

Knappar 5 milliónir til ítróttin

Hós, 20/05/2010 - 22:49


Føroyingar eru framvegis ídnir at spæla við í spølunum hjá Danske Spil, og so mikið varð spælt í fjør, at Sp/f Ítróttavedding í vikuni kundi lata føroyskum barna- og ungdómsarbeiði tilsamans 8,1 millión krónur

Pengarnir, ið koma aftur til Føroya av tí, ið spælt verður fyri, eru á hvørjum ári eitt stórt og týdningarmikið íkast til barna- og ungdómsarbeiði í Føroyum, og í so máta var árið í fjør einki undantak.

Í vikuni hevði Sp/f Ítróttavedding aðalfund, og tá vórðu veddingarpengarnir býttir út til eigararnar av Ítróttavedding, sum eru Ítróttasamband Føroya, Føroya Ungdómsráð og Føroya landsstýri.

Tilsamans var talan um 8,1 millión krónur, ið kundu lutast út, so hesa ferð fekk Ítróttasamband Føroya 4.861.000 krónur og Føroya Ungdómsráð og Føroya landsstýri fingu 1.620.000 krónur í part.

Upphæddin, ið verður lutað út, skiftir eitt sindur frá ári til árs, alt eftir hvussu ídnir føroyingar eru at vedda og spæla hjá Danske Spil, og í fjør varð spælt fyri nøkulunda tað sama sum tey seinnu árini.

Síðani samstarvið millum Sp/f Ítróttavedding og Danske Spil fekst í lag í fyri 13 árum síðani, eru yvir 90 milliónir krónur av veddingarpengum komnir barna- og ungdómsarbeiði í Føroyum til góða.