Savnari

Góður atburður hjá foreldrum

isf.fo - Týs, 02/03/2010 - 10:52

Thurid Kjærbo

Foreldur mugu hava áhuga fyri tí børnini gera

“Set teg í hvat tey gera. Hjálp við tí praktiska. Og ikki minst – ver har tá tey hava tørv á tær”.

Sum foreldur er tað av týdningi at vísa áhuga fyri virkseminum, sum børnini brúka teirra frítíð uppá. Um barnið – og foreldrini – vilja nakað við ítróttinum, mugu foreldrini engagera seg eisini.

Thurid Kjærbo veit hvat hon tosar um. Hon er mamma Pál Joensen, framgangsríkasta svimjara í Føroyum nakrantíð og gott 5 ár yngri beiggja hansara Eyðbjørn, ið av fleiri verður mettur at hava møguleika at náa minst somu úrslitum sum stóribeiggin, um hann heldur fram við ítróttinum sum higartil.

“Pál hevur altíð vitað hvat hann vildi við svimjingini – hann er málrættaður sum ítróttarfólk – tí hevur tað ikki verið trupult hjá okkum at eggja honum til. Eyðbjørn hevur verið eitt sindur meira í iva um tað var svimjingina hann vildi, tí hann hevði onnur áhugamál eisini. Men so gjørdu vit honum greitt, at hann var noyddur at taka eitt val – og han valdi svimjingina eisini”.

Thurid Kjærbo greiðir frá, at í svimjing verða áhugað foreldur drigin við í ítróttin, tí tørvur er á teimum sum hjálparfólk, serliga í sambandi við kappingar.

“Eg havi ferðast nógv saman við synum okkara. Men tað hava teir als einki havt ímóti. Tá tey ungu eru úti til svimjikappingar, er nógv at halda skil á, ikki minst svimjiklæðir, handklæðir og tílíkt. Tá er gott at hava mammuna ella ein kendan vaksnan at taka sær av teimum praktisku tingunum”.

Thurid er fysioterapeutur, og ferðast saman við Pál, tá hann er uttanlands. So hon er knýtt at svimjingini bæði privat og professionelt. Men Thurid fjalir ikki útyvir, at svimjingin fer við tí mesta av frítíðini. Rættiliga tíðliga setti hon sær tó fyri, ikki at blanda seg upp í venjingina.

“Eg eri vitandi um, at venjarar kunnu hava trupulleikar við foreldrum, sum halda seg vita, hvat er best fyri teirra børn. Vit hava dugnaligar venjarar í okkara felag, og tí blandi eg meg ikki í venjingina”.

Spurningurin um trýst er ofta frammi, tá børn og ung ganga so høgt upp í sín ítrótt, at stundir ikki er til annað enn at ganga í skúla og venja.

“Eg havi ikki lagt trýst á okkara dreingir – ikki tilvitað í hvussu so er. Tað er av týdningi, at tað eru børnini sjálv, sum skulu vilja tað. Møguliga kann tað fatast sum trýst, tá eg onkuntíð hava tosað við stórum orðum fyri at fáa teir at fara til venjing um tað hevur verið ein dagur, har teir ikki tíma. Men foreldrini mugu halda teimum til, og stuðla teimum á ein slíkan hátt, at tað kemur teirra egnu ynskjum og ætlanum til góðar”.

Spurd um, hvussu foreldur best kunnu stuðla børnum sínum at gerast úrmælingar innan sín ítrótt, sigur Thurid:

“Uppgávan hjá foreldrunum er at skapa rammurnar. Syrgja fyri tí praktiska, vegleiða tey, hjálpa teimum við rætta kostinum, minna tey á venjingarnar og stuðla teimum tá tey hava mótgongd. Stutt sagt: Vera har tá tørvur er á teimum”.

Les allar leiðreglurnar um góðan atburð her

Dagføring av kravtíðum og metlistum hjá SSF

ssf.fo - Sun, 21/02/2010 - 19:52
Starvsnevnd SSF avgjørdi herfyri at ógilda tær kravtíðir sum vóru ásettar til HM í Shanghai í 2011, fyri í staðin at nýta nágreinliga tey krøv sum altjóða svimjisambandið FINA nú eftirfylgjandi hevur ásett. Starvsnevndin samtykti eisini formliga at nýta somu kravtíðarskipan til NJM 2010, sum nýtt varð til NJM 2009, og hesar kravtíðir eru tí [...]

Venjaraskeið í vár

isf.fo - Hós, 18/02/2010 - 14:10

Skeið fyri venjarum, hjá børnum og ungum
- Ítróttur fyri børn og ung.

Í vár vera tvey skeið av hesum slag. Eitt verður 19. og 20. mars 2010 og eitt 26. og 27. mars 2010 – bæði í ÍSF-húsinum í Havn.
Byrjað verður fríggjakvøldið  kl. 18.00 til 22.00 og leygardagin er tað frá kl. 9.00 til 17.00.

Evni:
-       ítróttapædagogikkur
-       Ítróttaumhvørvi
-       Menning hjá børnum
-       Venjing
-       Trygd og ábyrgd
-       Etikkur og moralur

Skeiðið skiftir ímillum at vera teoretiskt og praktiskt. Leygardagin verður praktisk venjing, so tá er gott við ítróttaklæðum.

Ongin próvtøka er, men kravt verður at uppmøtingin er 100%. Eftir lokið skeið verður luttøkubræv útflýggjað.

Skeiðið er ein partur av venjaraútbúgvingini hjá DIF, Danska Ítróttasambandinum. Møguleiki er sostatt at byggja víðari uppá skeiðið.

Málbólkur: Venjarar, hjálparfólk og leiðarar hjá børnum og ungum. Øll sum hava áhuga í og ábyrgd av børnum og ungum, sum luttaka í ítrótti.

Hvat fært tú burturúr:
-       Vitan um menningina hjá børnum, fysiskt, psykiskt og samfelagsligt
-       Tú blívur vitugur við evni sum námsfrøði, venjaratypir, málsetan og týdningin av ítróttarumhvørvi
-       Ítøkilig hugskot til spøl og venjing hjá børnum og ungum

Upptøkutreytir: Luttakari skal vera 15 ár ella eldri. Tó kunnu vit gera frávik frá regluni um upptøku, um serstøk viðurskifti tala fyri hesum.

Luttøkugjald: Kostnaðurin fyri skeiðið er 250 kr. Íroknað er frálærutilfar og matur. Eisini er møguligt at sova.

Tilmelding:
Tilmelding er neyðug og seinasta freist at melda til fyrra skeiðið er mikudagin 10 mars 2010  og sienna skeiðið mikudagin 17 mars 2010 á ahl@isf.fo ella á tlf. 312606 ella 282331.

Meiri fæst at vita frá ÍSF skrivstovuni tlf.: 312606 ella frá Anniku á telduposti ahl@isf.fo ella á tlf.: 282331.

HS kappingin hjá 2 liði

fsvim.com - Mik, 17/02/2010 - 10:27

Føstulávints- svimjikapping  í Tórshavn 13/2-2010 

Hetta vikuskiftið var føstulávingtskapping á skránni hjá okkara svimjarum. 

Leiðin gekk suður til Havnar fríggjakvøldið, har vit skuldu búgva  í Eysturskúlanum. 

Og sjálvandi høvdu vit tikið sjónvarp við, so vit kundu kikka X-Factor og eta vaflur afturvið jum-jum.  Eftir X-Factor var klárt at fara í soviposarnar, men genturnar høvdu bara ein trupulleika..... SPØØØØKILSI á wc-inum....UUUHhhuuu. 

Gott at spøkilsið bert býr á wc-inum og ikki er í skúlastovunum, so tær kundu fáa ein góðan blund í eygað til kappingina leygardagin. 

Leygarmorgunin byrjaði upphiting kl 7.30 og kapping kl 9.00. 

Og ikki kann sigast annað enn at tað gekk væl hjá 2.liði fyrrapartin. 

Tey svumu millum 3 og 4 kappingar ípart + liðsvimjing. 

Øll skuldu fyri fyrstu ferð svimja 200m frí til kapping, og spennandi var at vita, hvat tey fóru at klára. 

Hesa tíðina skal 2.lið brúka til at svimja pace í venjingunum framyvir, og hvør veit kanska vit fara at fáa ein langteinara efitr kappingina í Havn Klokkan 12 var døgurði á skránni:

Karrybollar við rís og grønnmeti MMMmmmmm....og so út at sláa tunnu.  

Øll fingu nógv bomm ípart, tá botnurin datt úr tunnunum. Svimjarirnir vóru sera troyttir eftir tunnuslátturin, so teir fóru bara í kavingarhylin fyri at vakna áðrenn upphitingin byrjaði aftur kl 14

Man merkti á flestu svimjarunum at tey vóru vorðin troytt til seinna partin av kappigni í dag. 

Men Rakul og Uni høvdu tó eitt sindur eftir í sær til bringu-svimjingina. Bæði svumu til bestu tíð í bæði 50m og 100m. 

Øll svumu millum 2 og 3 kappingar + liðsvimjing. 

Samlaða úrslitið av kappingini hjá 2.liði var sera gott og onkur av teimum kom fram til, at tey duga eisini at svimja longri teinar.  

Durita svam sína bestu tíð í 50m frí (36,68), í 100 rygg (1.36,37), í 100m blandað (1.42,48) og í 100m frí (1.28,62). 

Durita hevur higartil havt eitt gott svimjiár, við nógvum forbetringum í serliga frí og rygg, sum eru hennara bestu greinar. Men hon hevur eisini góð evnir í bringu og firvald, so hon hevur nógv kort at spæla uppá. 

Helgi svam eisini sína allar bestu tíð í 50m frí (35.90). 

Harafturat svam hann nær við sína bestu tíð í 100m frí, sum er 1.24,17.

Hetta er triðju ferð hann svimur 1.24, so nú man hann skjótt fara undir hesa tíðina, tí evnini í frí svimjing eru eins og í rygg sera, sera góð. Í 200m frí svam hann 3.03,50, sum var skjótast av øllum svimjarunum á 2.liði. 

Steinar svam fyri fyrstu ferð 50m firvald.  Tíðin hjá honum bleiv til 53,73, sum er ein heilt góð tíð hjá honum, tí hann er akkurát byrjaður at venja nógv firvald, so har fara heilt sikkurt nøkur sekund at rúka av tíðini seinni í ár. 

So er at leggja afturat, at 2.lið hevur endiliga fingið ein firvald-svimjara, sum kann vera eitt gott kort til blandað liðsvimjingarnar.  

Bjørt svam sína bestu tíð í 50m frí (37.09) og hon nærkaðist hvørja ferð málinum hjá sær, sum er at klára bronsunálina í hesi grein.  

Bjørt hevði bestu tíð av gentunum á 2.liði í 200m frí, so hetta fer avgjørt at vera hennara ser-grein til næstu kapping. 

Rannvá hevði eisini ein góðan dag, sjálvt um hon hevur verið eitt sindur forkølað í seinastuni. Hon hevði bestu tíð í 50m frí (40.65), 100m rygg (1.46,37) og í 100m frí (1.35,50). 

Rakul hevði ein sera góðan dag  og svam bestu tíð í øllum greinum. 

Hon legði hart út í 50m frí og svam 37.12, sum er fyrstu ferð at hon fer undir 39 sekund. Í 100m frí svam hon eisini sína bestu tíð 1.28,83.  Í bringu svam hon somuleiðis bestu tíð í bæði 50m (50,15) og 100m (1.52,19), har málið eisini var at koma undir minuttin. 

Uni, sum er nýggjur í svimjing,  yvirraskaði øll í dag, og svam góðar tíðir og fekk alt tað tekniska upp á pláss, sum vit hava vant í seinastuni í frí og bringu.  Í 50m frí hevði hann tíðina 36,20 sum er hansara klárt besta tíð.  Í 50m bringu svam hann 53,05 og 100m bringu 1.53,33. 

Nú tá tað tekniska er komið uppá pláss, so fer hann sikkurt at skava nøkur sekund av hesum tíðinum til tær komandi kappingarnar, so spennandi verður at fylgja við. 

Øll svumu 200m frí fyri fyrstu ferð í dag og tað gekk væl hjá øllum, tí málið var at fara útí og fáa eina tíð, sum kundi brúkast til venjingarnar fram yvir.  Flest øll løgdu sera, sera, sera varliga út og høvdu ein góðan spurt heim teir síðstu 50 metrarnar. 

Helgi hevði tó sett sær fyri at tora at leggja hart úr og samanumtikið hevði hann bestu tíð av teimum á 2.liði.  Bjørt yvirraskaði seg sjálva í hesi kapping og kom fram til, at hon tímir nógv betur at svimja 200m frí enn 50m, so endiliga hava vit fingið ein langteinara á 2.lið.

Føstulávints- svimjikapping  í Tórshavn 13/2-2010 Hetta vikuskiftið var føstulávingtskapping á skránni hjá okkara svimjarum.  Leiðin gekk suður til Havnar fríggjakvøldið, har vit skuldu búgva  í Eysturskúlanum.  Og sjálvandi høvdu vit tikið sjónvarp við, so vit kundu kikka X-Factor og eta vaflur afturvið jum-jum.  Eftir X-Factor var klárt at fara í soviposarnar, men genturnar høvdu bara ein trupulleika.....SPØØØØKILSI á wc-inum....UUUHhhuuu.  Gott at spøkilsið bert býr á wc-inum og ikki er í skúlastovunum, so tær kundu fáa ein góðan blund í eygað til kappingina leygardagin. Leygarmorgunin byrjaði upphiting kl 7.30 og kapping kl 9.00.  Og ikki kann sigast annað enn at tað gekk væl hjá 2.liði fyrrapartin.  Tey svumu millum 3 og 4 kappingar ípart + liðsvimjing.  Øll skuldu fyri fyrstu ferð svimja 200m frí til kapping, og spennandi var at vita, hvat tey fóru at klára.  Hesa tíðina skal 2.lið brúka til at svimja pace í venjingunum framyvir, og hvør veit kanska vit fara at fáa ein langteinara efitr kappingina í HavnJ Klokkan 12 var døgurði á skránni: Karrybollar við rís og grønnmeti MMMmmmmm....og so út at sláa tunnu.   Øll fingu nógv bomm ípart, tá botnurin datt úr tunnunumJ Svimjarirnir vóru sera troyttir eftir tunnuslátturin, so teir fóru bara í kavingarhylin fyri at vakna áðrenn upphitingin byrjaði aftur kl 14J Man merkti á flestu svimjarunum at tey vóru vorðin troytt til seinna partin av kappigni í dag.  Men Rakul og Uni høvdu tó eitt sindur eftir í sær til bringu-svimjingina. Bæði svumu til bestu tíð í bæði 50m og 100m.  Øll svumu millum 2 og 3 kappingar + liðsvimjing.  Samlaða úrslitið av kappingini hjá 2.liði var sera gott og onkur av teimum kom fram til, at tey duga eisini at svimja longri teinar.  Durita svam sína bestu tíð í 50m frí (36,68), í 100 rygg (1.36,37), í 100m blandað (1.42,48) og í 100m frí (1.28,62).  Durita hevur higartil havt eitt gott svimjiár, við nógvum forbetringum í serliga frí og rygg, sum eru hennara bestu greinar. Men hon hevur eisini góð evnir í bringu og firvald, so hon hevur nógv kort at spæla uppá. Helgi svam eisini sína allar bestu tíð í 50m frí (35.90).  Harafturat svam hann nær við sína bestu tíð í 100m frí, sum er 1.24,17. Hetta er triðju ferð hann svimur 1.24, so nú man hann skjótt fara undir hesa tíðina, tí evnini í frí svimjing eru eins og í rygg sera, sera góð. Í 200m frí svam hann 3.03,50, sum var skjótast av øllum svimjarunum á 2.liði. Steinar svam fyri fyrstu ferð 50m firvald.  Tíðin hjá honum bleiv til 53,73, sum er ein heilt góð tíð hjá honum, tí hann er akkurát byrjaður at venja nógv firvald, so har fara heilt sikkurt nøkur sekund at rúka av tíðini seinni í ár.  So er at leggja afturat, at 2.lið hevur endiliga fingið ein firvald-svimjara, sum kann vera eitt gott kort til blandað liðsvimjingarnar.  Bjørt svam sína bestu tíð í 50m frí (37.09) og hon nærkaðist hvørja ferð málinum hjá sær, sum er at klára bronsunálina í hesi grein.  Bjørt hevði bestu tíð av gentunum á 2.liði í 200m frí, so hetta fer avgjørt at vera hennara ser-grein til næstu kapping. Rannvá hevði eisini ein góðan dag, sjálvt um hon hevur verið eitt sindur forkølað í seinastuni. Hon hevði bestu tíð í 50m frí (40.65), 100m rygg (1.46,37) og í 100m frí (1.35,50). Rakul hevði ein sera góðan dag  og svam bestu tíð í øllum greinum.  Hon legði hart út í 50m frí og svam 37.12, sum er fyrstu ferð at hon fer undir 39 sekund. Í 100m frí svam hon eisini sína bestu tíð 1.28,83.  Í bringu svam hon somuleiðis bestu tíð í bæði 50m (50,15) og 100m (1.52,19), har málið eisini var at koma undir minuttin. Uni, sum er nýggjur í svimjing,  yvirraskaði øll í dag, og svam góðar tíðir og fekk alt tað tekniska upp á pláss, sum vit hava vant í seinastuni í frí og bringu.  Í 50m frí hevði hann tíðina 36,20 sum er hansara klárt besta tíð.  Í 50m bringu svam hann 53,05 og 100m bringu 1.53,33.  Nú tá tað tekniska er komið uppá pláss, so fer hann sikkurt at skava nøkur sekund av hesum tíðinum til tær komandi kappingarnar, so spennandi verður at fylgja við. Øll svumu 200m frí fyri fyrstu ferð í dag og tað gekk væl hjá øllum, tí málið var at fara útí og fáa eina tíð, sum kundi brúkast til venjingarnar fram yvir.  Flest øll løgdu sera, sera, sera varliga út og høvdu ein góðan spurt heim teir síðstu 50 metrarnar.  Helgi hevði tó sett sær fyri at tora at leggja hart úr og samanumtikið hevði hann bestu tíð av teimum á 2.liði.  Bjørt yvirraskaði seg sjálva í hesi kapping og kom fram til, at hon tímir nógv betur at svimja 200m frí enn 50m, so endiliga hava vit fingið ein langteinara á 2.lið.

HS kappingin hjá 1 liði

fsvim.com - Mik, 17/02/2010 - 10:08

Kapping í Havn 13 feb 2010

HS skipaði fyri “Føstulávints Stevnu” leygardagin 13 feb 2010. Vit í FS vóru umboðaði við svimjarum úr 1. og 2. liðið.

HS kappingin hjá 1 liði

fsvim.com - Mik, 17/02/2010 - 10:08

HS kappingin hjá 1 liði

fsvim.com - Mik, 17/02/2010 - 10:08

Væleydnaður evnisdagur

isf.fo - Frí, 12/02/2010 - 11:42

Leygardagin 6. februar skipaði Ítróttasambandið fyri evnisdegi. Eini 70 umboð fyri ítróttafeløg, sersambond og ÍSF vóru komin saman at viðgera framtíðina hjá Ítróttasambandi Føroya. Evnisdagurin var partur av bygnaðararbeiðinum, sum stjórnin samtykti at fara undir seinasta ár.

Eftir innleiðandi kunning frá ÍSF og Jan Gudnitz, sum samkipar bygnaðararbeiðið, varð arbeitt í bólkum í tveimum umførum.

Fyrrapartin skuldu bólkarnir velja trý øki, sum teir mettu ÍSF átti at arbeitt meiri við í framtíðini. Eisini skuldu bólkarnir seta ítøkiligu tilmælini í ein størri samanhang og meta um, hvørji mál ymsu tilmælini kundu vera við til at røkka.

Seinnapartin arbeiddu bólkarin við at meta um, hvør kundi fremja tilmælini, feløg, sersambond ella ÍSF. Samstundis varð tosað nakað um ein framtíðar bygnað fyri ÍSF.

Ymiskt var, hvørja fatan ymsu luttakararnir høvdu av Ítróttasambandinum og leikluti tess, men tey arbeiddu hugagóð allan dagin, og nógv áhugavert kjak var at hoyra frá ymsu bólkunum.

Í næstum verður eitt spurnarblað sent feløgum og sersambondum, har tey fáa høvi at meta um onkrar av útsøgnunum frá luttakarunum evnisdagin.

Her eru onkrar av viðmerkingunum frá bólkaarbeiðinum (221 kb pdf)

Og niðanfyri eru myndir, sum Álvur Haraldsen tók leygardagin.

SSF vil tetta holið millum Oyggjaleikir

ssf.fo - Hós, 04/02/2010 - 12:42
Svimjisamband Føroya fer í summar at luttaka á “Swimming Championships of the Small States of Europe”, ið er evropeiska meistarastevnan fyri svimjitjóðir við færri enn 1 millión íbúgvum. Evropeiska meistarastevnan fyri smátjóðir er eitt tilboð til tær smærru svimjitjóðirnar í Evropa at kappast sínámillum eisini líka ár, har teir evropeisku leikirnir fyri smátjóðir eru ólíka ár. [...]

Svimjiskúli Føroya á ráðstevnu í Noregi

svimjiskulin.com - Týs, 02/02/2010 - 12:50
Trý umboð fyri Svimjiskúla Føroya hava í vikuskiftinum verið á norðurlendskari ráðstevnu í Asker nær Oslo, at kunna seg um nýggjastu læruhættir innan grundleggjandi svimjifrálæru. Hendan norðurlendska ráðstevna verður í Tórshavn í 2012, undir leiðslu av Svimjisambandi Føroya. “Nordic Conference in Elementary Swimming Teaching” er ráðstevna annaðhvørt ár um grundleggjandi svimjifrálæru, ...

Skeið á Toftum í morgin

svimjiskulin.com - Týs, 02/02/2010 - 12:50
Í morgin fríggjadag verður aftur skeið á Toftum, eftir eitt fullteknað skeið síðsta vikuskifti, og áðrenn eitt skeið onkunstaðni aftur í næstu viku. Tað er rættiligur gravgangur eftir at sleppa á skeið, skilst, so tey dríva á at fáa so nógv gjøgnum mylluna sum gjørligt.

Skeið á Toftum

svimjiskulin.com - Týs, 02/02/2010 - 12:50
Rúni og Pálin hava í gjár og í dag skipað fyri skeiði í merkjaskipanini, her í hylinum á Toftum. Áhugin er avbera stórur,  so at neyðugt verður at hava eitt skeið aftur um einar 14 dagar, og kanska eitt afturat longu í næstu viku.

Skeið í Suðuroy í dag

svimjiskulin.com - Týs, 02/02/2010 - 12:50
Sum tit kunnu lesa her av susvim.com: "Skeið í merkjaskipanini verður í skúlanum í Vági fríggjadagin 21. august. Øll sum hava áhuga kunnu vera við. Vit møtast í Vágs Skúla kl 16:00. Havið svimjiklæðir við. Skeiðshaldari verður Rúni Gaardbo."

Fyrsta HS/SSF venjaraskeið avgreitt

svimjiskulin.com - Týs, 02/02/2010 - 12:50
Sum kunnugt byrjaði Havnar Svimjifelag eitt átak her fyrst í nýggja svimjiárinum, at fáa til vega fleiri útbúnar venjarar. Og nú eru so tey fyrstu 9  útbúgvin, eftir at hava verið á kvøldskeið tann 9., 18. og 25. september. Vit ætla at hava nakrar eyka 'temadagar' afturat her í heysthálvuni; ...

Svimjiskúlin fingið sjónvarpsrás

svimjiskulin.com - Týs, 02/02/2010 - 12:50
Sí svimjiskulin.blip.tv, har tað nú ber til at síggja tær 20 'kjarnuvenjingarnar' úr bókini "Slik lærer du å svømme", umframt royndirnar til vatnmerki og kópahvølp. Videoirnar síggjast eisini á síðuni "Kjarnuvenjingar og royndir", her á heimasíðuni. Tær eru ikki heilt perfektar enn, og verða tí møguliga skiftar út í leypi ...

Rúni gjørt ein faldara

svimjiskulin.com - Týs, 02/02/2010 - 12:50
Nú byrjar tað av álvara at síggja professionelt út :-) Sí http://www.svimjiskulin.com/um-svimjiskulan/merkjaskipanin/faldari/ Ella far beinleiðis til faldaran her (pdf-fíla)

Eitt sindur meira gjørt

svimjiskulin.com - Týs, 02/02/2010 - 12:50
Snikkaði saman eina lýsing av merkjaskipanini, og havi fingið fatur á yvirlitinum yvir tey sum hava verið á skeið í merkjaskipanini. Hartil havi eg beint nú sett upp eitt avkrossingarskema, ið skal verða ein hjálp til at kunna staðfesta á hvørjum støði ein svimjari er, um hann longu dugir eitt ...
Bjóða út innihald