FMS og JMS 2020 í skerdari útgávu vegna korona

Sum tit kunnu lesa her á in.fo, so fer Kringvarp Føroya ikki at senda frá Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni á stuttgeil 2020.

Hetta er í fullari semju millum KVF og SSF, stutt sagt tí at vit verða noydd at kunna útseta FMS/JMS 2020 so gott sum upp á standandi fót, ífall at støðan við korona versnar.

Í staðin fara vit at royna at sjálvi stroyma frá stevnuni, við útgerðini sum varð brúkt eisini til stroyming frá FM á langgeil í Vági í summar, umframt frá Ægir Open í vikuskiftinum.

Tað verður heilt víst ikki tað sama sum tá ið KVF sendir, og har verður eisini annað sum má skerjast, so sum talið av áskoðarum sum kunnu koma í høllina.

Men altso, her er eingin illstøða millum KVF og okkum fyriskiparar av FMS/JMS 2020 – eingin ynskir hesa støðu, og vónandi koma vit sterkt aftur, tá ið korona er hæsað av.

Við svimjikvøðu

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.