Úrslit frá Ægir Open 3. – 4. oktober 2020

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni Ægir Open, sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll nú leygardagin 3. og sunnudagin 4. oktober 2020.

Tilsamans vóru tey 78 íðkarar og 41 lið úr øllum okkara 6 feløgum, sum kappaðust 467 ferðir í 37 kappingum, hesar báðar dagarnar í Klaksvík.

Besta avrik var tá ið Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag svam seg til 8:52.97 og 727 FINA stig í 800 frí, í fyrstu kapping sunnudag.

Besta avrik hjá monnum var tá ið Johan Nónskarð Dam úr Havnar Svimjifelag svam seg til 4:04.56 og 653 FINA stig í 400 frí, leygardagin.

Havnar Svimjifelag var mest vinnandi felag á stevnuni:

FelagGullSilvurBronsa
HS21158
SuSvim747
Ægir41315
FS112
FLOT102
Reysti000

6 svimjarar svumu seg til nál á hesi stevnu:

Talentnál

  • Jóannes Clementsen (2007, SuSvim): 31.81 í 50 frí
  • Jóhanna Katrina Jacobsen (2007, HS): 35.83 í 50 frí

Bronsunál

  • Ragnhild Jacobsen (2008, Ægir): 33.96 í 50 frí
  • Dortea Dam (2007, HS): 33.40 í 50 frí
  • Rósa Hansen (2006, Reysti): 32.22 í 50 frí
  • Bárður Ólavsson (2008, FS): 5:17.05 í 400 frí

Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, við fílugoymslu her, umframt her á SwimRankings

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.