Ynys Môn fær Oyggjaleikirnar aftaná Orkney

Hetta fór líkasum afturum vegna útsetingina av Oyggjaleikum í 2021 – men Ynys Môn vann leygardagin rættin til at hava oyggjaleikarnir sum verða aftaná teir á Orkney, tvs. sum eftir ætlan skuldu verða í 2025. Lesið her á BBC, umframt her á ymica.com.

By Jeff Buck, CC BY-SA 2.0, Link

Síðani at almenna útmeldingin var at næstu Oyggjaleikir verða á Guernsey men ikki í 2021, so er raðfylgjan fyrst Guernsey í 2022 ella kanska 2023, og síðani Orkney og Ynys Môn við vælsagtans 2-ára millumbili.

Ynys Môn hevur umleið 70.000 íbúgvar og er 715 km2 til støddar, tvs. umleið helvtina so stórt øki sum Føroyar men við fleiri íbúgvum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.