Svimjiførleikakanningin 2018 – Samanbering við Noreg

Meðan alt fleiri børn hildu seg kunna svimja 200m í Noregi, frá 41% í 2003 til 53% í 2013, so er talið minkandi í Føroyum, frá 50% í 2011 til 44% í 2018. Tey eru eisini væl fleiri í Noregi sum klára éina longd á 25m, hóast tey har eru væl færri sum svimja.

Svimjisamband Føroya gjørdi í februar 2018 eina spurnarkanning millum allar næmingar í fimta flokki í føroyska fólkaskúlanum, til at kanna svimjiførleikan hjá hesum.

Hesin partur er hin triði í eini røð, sum fer at umfata í øllum førum:

  1. Fyrst framløga av kanningini í 2018 sum hon er
  2. Samanbering við somu kanning í 2011
  3. Síðani hendan samanbering við tilsvarandi kanningar í Noregi
  4. Samanbering við Gallup Føroyar kanning eisini í 2018
  5. Greining av svimjiførleikanum í mun til onnur viðurskifti
  6. Samanbering millum økir í Føroyum

Inngangur

Av tí at hendan kanning upprunaliga er umsett úr norskum, so er upplagt at fara eftir tilsvarandi úrslitum úr Noregi, til at samanbera.

Norsku kanningarnar finnast her:
https://svomming.no/nyheter/undersokelser-om-svommedyktighet/

Vit hava brúkt útgávuna frá 2013 til at samanbera við her, sum eisini listar úrslit frá 2003 og 2009:
Undersøkelse_svømmedyktighet_2013

Tó var neyðugt at hyggja í eldru útgávunum eftir svarum til spurning 17:
Undersøkelse_svømmedyktighet_2003
Undersøkelse_svømmedyktighet_2009

Av tí at tølini har eru víst í heilum prosentum, so velja vit her at gera tað sama.

Tað skapar ávísar munir í mun til restina av hesi rapport, at fyrst vísa øll tøl sum heil prosent, og síðani til tíðir leggja hesi saman til tøl sum tá víkja enn meira frá okkara upprunaligu.

Til dømis so at føroyski svimjiførleikin á 43.3% í 2018 her verður 44%, og tann á 49.1% í 2013 til her 50%.

Spurningar 1-6 eru ikki við, av tí at hesi svar vænta í tilfarinum úr Noregi

Spurningar 16, 19 og 20 eru heldur ikki við, vegna mun á hvussu vit og tey í Noregi spurdu, ið so aftur ger at tað er trupult at samanbera. 

Í Noregi bóðu tey næmingarnar um at seta bara éin kross, meðan vit loyvdu teimum at seta fleiri.

Viðkomandi spurningar verða her listaðir bæði á føroyskum og norsku, so at lesarin sjálvur kann meta um hvussu væl umsett er.

7. Svimjing í skúlanum?

“7. Hevur tú havt svimjing í skúlanum í ár? / Har du svømmeundervisning på skolen i år?”

8. Nøgd av (skúla)svimjing

“8. Hvussu nógvar tímar hevur tú í svimjing um mánaðin (umleið í miðal yvir árið)?
/ Hvor mange timer svømming har du i løpet av en måned i skoletiden?”

9. Nøgdsemi við nøgdini av skúlasvimjing

“9. Heldur tú, at tú svimur ov lítið, ov nógv ella er tað hóskandi (í skúlanum)
/ Synes du det er for mye, for lite eller passe med svømming på skolen?

10. Svimjiførleiki

“10. Hvat er á leið tað longsta strekkið, sum tú hevur svomið, uttan at steðga á, og við ongari flótihjálp ella amboðum sum t.d. fitjum?
/ Omtrent hvor langt er det LENGSTE du har svømt sammenhengende (uten flytehjelpemidler)”

11. Flótiførleiki

“11. Kanst tú flóta við ongari hjálp? / Kan du flyte uten hjelpemidler?”
(GG! Hesin spurningur var ikki til í norsku kanningini í 2003)

12. Svimjing uttanfyri skúlan

“12. Ert tú limur í einum svimjifelag, ella gongur tú onkursvegna til svimjing uttanfyri skúlan?
/ Er du i dag medlem av en svømmeklubb, eller går du på svømmekurs utenom skolen?”

13. Svimjimerki

“13. Hevur tú tikið svimjimerki? / Har du tatt noen svømmemerker?”

14. Nærleiki til svimjihyl

“14. Er ein svimjihylur nær við skúlan ella nær við, har sum tú býrt?
/ Er det svømmehall i nærheten av skolen, eller der du bor?”

15. Svimjing í frítíðini

“15. Hvussu ofta hevur tú verið í svimjihyli í frítíðini í ár?
/ På fritiden, utenom skolen, hvor ofte har du gått i svømmehall i år?”

17. Áskoðan um svimjing

“17a. Eg haldi at tað er ræðandi at vera í djúpa partinum av hylinum
/ Det er skummelt å være på den dype delen av bassenget”

“17b. Tað er sum oftast stuttligt at vera í hylinum
/ Det er vanligvis gøy å være i et basseng”

“17c. Tað er ikki so stuttligt at hava høvdið undir vatninum
/ Det er ekkelt å ha hodet under vann”

“17d. Eg brúki altíð flótihjálp, tá ið eg eri í hylinum
/ Jeg bruker alltid flytehjelpemidler når jeg er i et basseng

“17e. Tað er lætt at kava frá kantinum við høvdinum fyrst
/ Det er lett å stupe fra kanten med hodet først”

“17f. Eg kenni meg vanliga trygga/-n í hylinum
/ Jeg føler meg vanligvis trygg i et basseng”

“17g. Svimjing er stuttligt / Svømming er gøy”

“17h. Vanliga eri eg kaldur/køld í svimjihylinum
/ Vanligvis fryser jeg når jeg er i et basseng”

“17i. Eg gleði meg sum oftast til svimjitímarnar í skúlanum
/ Jeg gleder meg vanligvis til svømmetimen på skolen”

“17j. Mær dámar ikki, tá ið vit hava svimjing í skúlanum
/ Jeg trives ikke med å ha svømming på skolen”

“17k. Tað er lætt at kava / Det er lett å dykke”

“17l. Eg hevði viljað, at vit høvdu fleiri svimjitímar í skúlanum
/ Jeg skulle ønske vi hadde flere svømmetimer på skolen”
(GG! Hesin spurningur var ikki í norsku kanningini í 2003)

18. Svimjialdur

“18. Nær lærdi tú at svimja? / Når lærte du å svømme?”

Svimjarar sambært allýsing NSF

Samanteljing av spurningi 10, til at finna tey sum siga seg klára at svimja 200m ella longri

Næmingar sum klára éina longd á stuttgeil

Samanteljing av spurningi 10, til at finna tey sum siga seg klára at svimja 25m ella longri

Samandráttur av samanberingini við Noreg

Svimjiførleiki

  • 44% siga seg klára at svimja 200m, í mun til 53% í Noregi
  • 63% siga seg klára at svimja 25m, í mun til 73% í Noregi
  • 93% siga seg kunna flóta, í mun til 91% í Noregi
  • 2% siga seg beinleiðis ikki at duga at svimja, í mun til 4% í Noregi (sí spn 18)

Gevið gætur at føroysku tølini her eru nakað øðrvísi, tá ið vit telja saman heil prosenttøl, enn tá ið vit telja saman prosenttøl við einum desimali. Í hinum førinum vóru tey 43.3%, 61.6%, 92.3% og 2.3%.    

Týðandi tættir

Her samanbera vit Føroyar 2018 við Noreg 2013, við tað at tað eru feskastu tøl:

  • 46%: 89% høvdu svomið í ár í Føroyum, í mun til 43% í Noregi
  • 46%:11% høvdu ikki svomið í ár í Føroyum, í mun til 57% í Noregi
  • 44%: 17% høvdu tikið svimjimerki í Føroyum, í mun til 61% í Noregi
  • 39%: 71% høvdu ikki tikið svimjimerki í Føroyum, í mun til 32% í Noregi
  • 32%: 60% hildu tað vera lætt at kava undir í Føroyum, í mun til 92% í Noregi
  • 32%: 37% hildu tað ikki vera lætt at kava undir í Føroyum, í mun til 5% í Noregi
  • 30%: 43% høvdu ikki viljað havt meira skúlasvimjing í Føroyum, í mun til 13% í Noregi
  • 27%: 66% gingu hvørki til svimjing í svimjifelagi ella annars í Føroyum, í mun til 93% í Noregi
  • 25%: 31% gleddu seg ikki til skúlasvimjingina í Føroyum, í mun til 6% í Noregi
  • 22%: 55% høvdu viljað havt meira skúlasvimjing í Føroyum, í mun til 77% í Noregi
  • 20%: 22% gingu til svimjing uttanfyri skúla og svimjifelag í Føroyum, í mun til 2% í Noregi
  • 19%: 50% søgdu seg hava lært at svimja áðrenn tey fóru í skúla í Føroyum, í mun til 31% í Noregi
  • 17%: 51% høvdu havt 4 tímar um mánaðin av skúlasvimjing í Føroyum, í mun til 34% í Noregi
  • 16%: 19% vistu ikki um tey vóru nøgd við nøgdini av skúlasvimjing í Føroyum, í mun til 3% í Noregi*
  • 15%: 66% gleddu seg til skúlasvimjingina í Føroyum, í mun til 81% í Noregi
  • 14%: 27% hildu seg hava havt ov lítið av skúlasvimjing í Føroyum, í mun til 41% í Noregi
  • 14%: 35% vistu ikki hvussu langt teirra longsta svomna strekki var í Føroyum, í mun til 21% í Noregi*
  • 14%: 26% trivdust ikki við skúlasvimjingini í Føroyum, í mun til 12% í Noregi
  • 10%: 63% høvdu svomið 25m ella longri út-í-eitt í Føroyum, í mun til 73% í Noregi 
  • 9%: 2% høvdu havt minni enn 1 tíma um mánaðin av skúlasvimjing í Føroyum, í mun til 11% í Noregi
  • 9%: 44% høvdu svomið 200m ella longri út-í-eitt í Føroyum, í mun til 53% í Noregi
  • 9%: 10% høvdu ikki verið í svimjihyli í ár í Føroyum, í mun til 19% í Noregi
  • 9%: 6% hildu seg hava lært at svimja í 4. flokki í Føroyum, í mun til 15% í Noregi
  • 8%: 27% hildu tað vera óhugnaligt at hava høvdið undir í Føroyum, í mun til 19% í Noregi
  • 8%: 40% svaraðu ikki um tað var lætt at kava frá kantinum í Føroyum, í mun til 32% í Noregi
  • 8%: 2% vistu ikki um tey hildu tað vera lætt at kava frá kantinum í Føroyum, í mun til 10% í Noregi*
  • 8%: 20% vóru vanliga køld í hylinum í Føroyum, í mun til 12% í Noregi
  • 7%: 91% hildu ikki tað vera ræðandi at vera í tí djúpa í Føroyum, í mun til 84% í Noregi
  • 7%: 11% hildu tað ikki vera stuttligt at svimja í Føroyum, í mun til 4% í Noregi
  • 7%: 71% trivdust við skúlasvimjingini í Føroyum, í mun til 78% í Noregi
  • 7%: 3% svaraðu ikki um tey gleddu seg til skúlasvimjing í Føroyum, í mun til 10% í Noregi
  • 6%: 9% høvdu havt 1 tíma um mánaðin av skúlasvimjing í Føroyum, í mun til 15% í Noregi
  • 6%: 3% høvdu havt 8-10 tímar um mánaðin av skúlasvimjing í Føroyum, í mun til 9% í Noregi
  • 6%: 3% høvdu í mesta lagi svomið 1000m út-í-eitt í Føroyum, í mun til 9% í Noregi
  • 6%: 72% hildu ikki tað vera óhugnaligt at hava høvdið undir í Føroyum, í mun til 78% í Noregi
  • 6%: 87% hildu tað vera stuttligt at svimja í Føroyum, í mun til 93% í Noregi
  • 6%: 2% svaraðu ikki um tey høvdu vilja havt meira skúlasvimjing í Føroyum, í mun til 8% í Noregi
  • 6%: 10% hildu seg hava lært at svimja í 2. flokki í Føroyum, í mun til 16% í Noregi
  • 5%: 9% vistu ikki hvussu nógva skúlasvimjing tey høvdu havt í ár í Føroyum, í mun til 4% í Noregi*
  • 5%: 7% vistu ikki um tey gingu til svimjing uttanfyri skúlan í Føroyum, í mun til 2% í Noregi*
  • 5%: 12% vistu ikki hvussu um tey høvdu tikið svimjimerki í Føroyum, í mun til 7% í Noregi*
  • 5%: 12% høvdu verið 1-4 ferðir í svimjihyli í ár í Føroyum, í mun til 17% í Noregi
  • 5%: 23% vistu ikki hvussu ofta tey høvdu verið í svimjihyli í ár í Føroyum, í mun til 18% í Noregi*
  • 5%: 8% hildu tað vera ræðandi at vera í tí djúpa í Føroyum, í mun til 13% í Noregi
  • 5%: 4% hildu seg hava lært at svimja í 4. flokki í Føroyum, í mun til 9% í Noregi
  • 5%: 12% vistu ikki nær tey høvdu lært at svimja í Føroyum, í mun til 7% í Noregi*

*Vistu ikki, ella svaraðu ikki – her er møguliga munur á hvat ið næmingarnir eru bidnir um at gera

Fyribils niðurstøða

Her stendur beinleiðis illa til við svimjiførleikanum í fimtaflokki í Føroyum, sæð í mun til í Noregi, sum væl at merkja heldur ikki eru serliga glað um síni úrslit.

Hetta hóast at væl fleiri føroyskir næmingar hava svimjing í fimtaflokki, og ikki ynskja sær meira.

Ein týðandi munur millum Føroyar og Noreg er, at tey í Noregi eru væl fleiri sum hava tikið svimjimerki, ið sum kunnugt eru prógv uppá at hava rokkið eitt ávíst førleikastig.

Vit hava eina fína svimjimerkjaskipan í Føroyum, sum er upprunaliga er avrit av henni í Noregi; men hon er týðiligvís ov lítið útbreidd.

Føroysku næmingarnir eru sum heild ónøgdari við skúlasvimjingina, og siga seg oftari hava trupulleikar við grundleggjandi førleikar sum at kava av kantinum og niður í hylin.

Tey eru sum heild ofta kaldari í hylinum, men ræðast av einhvørjari orsøk sjáldari dýpið.

Og so er tað hetta serliga, at ein størri partur av føroysku næmingunum siga seg ikki vita ymiskt, so sum um hvussu langt tey klára at svimja, ella um tey halda tað vera lætt at kava.

Her er avgjørt nógv at tríva í, til at koma uppá støðið hjá teimum í Noregi.

Framhald

Hetta var so triði partur í eini røð, sum fer at umfata í øllum førum:

  1. Fyrst framløga av kanningini í 2018 sum hon er
  2. Samanbering við somu kanning í 2011
  3. Síðani hendan samanbering við tilsvarandi kanningar í Noregi
  4. Samanbering við Gallup Føroyar kanning eisini í 2018
  5. Greining av svimjiførleikanum í mun til onnur viðurskifti
  6. Samanbering millum økir í Føroyum

Takk

Takk til tykkum mongu sum hjálptu okkum við at fáa gjørt hesa kanning, umframt til Mentamálaráðið fyri at geva loyvi og Djóna Dalsgarð fyri at tasta alt inn.

Takk til børnini fyri at vera so røsk at fylla út.

Hóast úrslitini sum heild ikki eru so jalig, so kann eg avdúka at glottar eru at hóma, har tað í ávísum økjum vísir seg at standa heilt væl til við svimjiførleika.

Vit vóna at kunna gera eina líknandi kanning aftur skjótt, bæði til at fáa fleiri dátur og til at kanna møgulig rák, so sum um koronakreppan nú hevur havt nakra ávirkan.

Her er óivað nógv sum kundi verið frægari, men hetta er tað frægasta sum vit klára júst nú.

Við svimjikvøðu

Vegna SSF

Rókur

5 thoughts on “Svimjiførleikakanningin 2018 – Samanbering við Noreg”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.