Avgerðin um Oyggjaleikir 2021 verður tikin síðst í september

Hetta sigur leiðarin fyri stjórnini á Guernsey, Gavin St. Pier, nú sjónvarpsrásin ‘Isle of Man TV’ her í vikuni prátaði við hann á flogvøllinum á Man, har hann var á feriu. Oyggjaleikirnir skulu eftir ætlan vera á Guernsey frá 3. til 9. juli í 2021; men St. Pier sigur, at har enn er nógv eftir hjá fyriskiparunum at umhugsa, áðrenn tey vita um leikirnir kunnu verða sum ætlað. Sí Energy FM

Í løtuni krevja tey á Guernsey, at øll vitjandi fara í sjálvboðið sóttarhald í 14 dagar, tó so at vitjandi úr summum londum íroknað Danmark og Jersey kunnu fara út um tey 7. dagin taka eina koronatest sum tá er negativ. Har er tó okkurt heilt serligt slag av ‘luft-brúgv’ til Isle of Man sum hesin St. Pier hevur gjørt sær dælt av, nú hann var á feriu har.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.