Eingin Nordic Open Masters stevna í 2020

Norðurlendsku svimjisambondini hava nú tikið ta tungu avgerð at avlýsa ella útseta næstkomandi Nordic Open Masters, ið sum kunnugt skuldi verða í Tórshavn hin 2. til 4. oktober í ár.

Tað er ikki enn avgjørt um hendan stevna tá verður útsett til at vera í Tórshavn í 2021, ella um hon í staðin verður sum upprunaliga avtalað av limunum í norðurlendska svimjisambandinum, í Íslandi.

Vegna Svimjisamband Føroya vil eg umbera fyri tær ónáðir sum hetta viðførir hjá teimum sum longu vóru partur av fyriskipanini av hesari stevnu, og hjá teimum sum ætlaðu sær at kappast á NOM 2020.

Vónandi fáa vit skjótt møguleika at gera hetta gott aftur.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.