Ungu svimjarar okkara styrktir burtur úr sóttarhaldi

Nú aftaná ABMS 2020 kunnu vit staðfesta, at allir svimjararnir betraðu seg í minst einari grein, og ofta í fleiri, sum nú luttóku í hesi fyrstu stevnu aftaná tíðarskeiðið við fyrst mánaðarlangan steðg og síðani varliga upplating aftur.

Hetta er sjálvsagt sera áhugavert og jaligt – tí hetta er av góðum grundum púra óroynt, at soleiðis knappliga steðga við svimjingini fyri heldur at heita á tey um at venja heima. Og vit væntaðu tí faktiskt einki, nú aftaná steðgin.

Tit kunnu kanna sjálvi, við at fara á SwimRankings og hyggja at hesum prosenttølunum út fyri hvørt úrslit … um tey eru yvir 100%, so er talan um eina betring í mun til undanfarnar skrásetingar í hesi skipan, har øll offisiell føroysk úrslit eru skrásett síðani fyri minst 10 árum síðani.

Um vit skimma skjótt ígjøgnum listarnar, so var størsta betringin í prosentum yvirhøvur vist nokk, tá ið unga Halla Háfoss úr Havnar Svimjifelag svam 50 frí uppá 38.74 sekund, har hennara besta tíð áðrenn hetta var 51.57 sekund. tað var ein betring á 177.2%.

Og hjá dreingum, tá ið Pætur Thorkildshøj úr Havnar Svimjifelag svam 100 rygg uppá 1:26.19, har hansara besta tíð áðrenn hetta var 1:47.69. Tað var ein betring á 156.1%.

Imponerandi, til lukku tit svimjarar og feløg !

Vinarliga

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.