Kappingartilmæli SSF í sambandi við Corona

Her er kappingartilmæli SSF, sum ment í samstarvi við føroysku svimjifeløgini og almennu coronaráðgevingina. Hartil tilfar ið meira nágreiniliga vísir hvussu vit ætla at gera nú í sambandi við Aldursbólkameistarastevnuna 2020, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali hin 30. og 31. mai.

Photo by Jele boscan from PxHere

Kappingartilmælið

  • Vit fylgja øllum almennum tilmælum, sí https://corona.fo/tilmaeli
  • Fokus er á at stytta um tíðina sum fólk eru saman, eisini ísv yvirnátting og ferðing
  • Øll hava minst møguligu manning, so at samlaði hópurin er so lítil sum gjørligt
  • Um nøkur kunnu isolerast frá restini alla stevnuna, so eru hesi serstakur hópur
  • Eingin eigur at vera á stevnuni ið følir tað allarminsta ið kann benda á smittusjúku
  • Nýtslurúm verða vandaliga ruddað og vaskað áðrenn og aftaná hvønn stevnupart
  • Hurðar skulu so vítt gjørligt ikki krevja at man tekur í tær, til at koma har ein skal
  • Gonguleiðir verða so vítt gjørligt skipaðar til einvegis ferðslu, og uttan trongar
  • Tryggjað verður at øll hava nøktandi pláss til sítt í høllini, og egnan stól
  • Einki óneyðugt eigur at vera frammi í høllini, serliga av tí sum fólk kunnu taka í
  • Einans éitt fólk handfarir hvørja neyðuga útgerð, so sum stopp-up og teldur
  • Vesi verða útgjørd við spritti og eingangsserviettum
  • Øll spritta hendurnar tá ið tey koma í høllina, og síðani við jøvnum millumbili
  • Øll goyma alt sítt í persónligum taskum, tá ið tað ikki er í nýtslu
  • Tilmælda frástøða skal haldast allastaðni, íroknað í hylinum
  • Upphitingin verður skipað so at til ber at halda tilmældu frástøðu
  • Startskamlar verða sprittaðir millum hvør start, har svimjararnir taka fatt
  • Øll handan verður skipað so at fólk heldur taka t.d. heiðursmerkir, startlistar, …
  • Frámerkt verður væl um alt hetta ymiska, t.d. við skelting og frámerking á gólvinum
  • Serlig hjálparfólk (‘ørnir’) verða á lyklastøðum í høllini, til at hjálpa svimjarunum á leið

Hallarinnrætting ísv ABMS 2020

Hallarinnrætting ísv ABMS 2020

Reytt er svimjaraøki, grønt er dómaraøki

  • Svimjararnir ganga gjøgnum sjálvvirkandi hurðar inn í høllina (1)
  • Svimjararnir hava hvør sítt skáp í skiftirúmunum (2)
  • Svimjararnir ansa eftir at halda neyðuga frástøðu í brúsurúmunum (3)
  • Økið við lítlu hyljarnar er egentliga uppihaldsrúmið, við stóli til hvønn svimjara (4)
  • Eitt hjálparfólk heintar upp til 6 svimjarar inn í ‘first call room’, tá tíðin er komin (5)
  • Hesi upp til 6 fara síðani víðari til ‘last call room’ (6), tá ið tað er tómt
  • Eitt annað hjálparfólk stýrir ferðsluni frá ‘last call room’ til kapping og út aftur
  • Hesi upp til 6 fara so inn at kappast (7), tá ið hjálparfólkið har gevur boð um tað
  • Aftaná kapping bíða tey við kavingarhylin (8), til kappingin er liðug (t.d. 50 frí dreingir)
  • Síðani verða heiðursmerkjavinnarar funnir, og róptir yvir til hylin at taka síni h.merkir
  • Og síðani ganga tey øll út sum hava svomið hesa kapping (t.d. 50 frí dreingir)
  • Og soleiðis verður gingið éin veg alla stevnuna, gjøgnum økir 1-2-3-4-5-6-7-8
  • Einasta undantak er hurðin millum ‘last call room’ og kappingarhyl; har má skipast
  • Dómarnir eiga at kunna hava grønu økini heilt fyri seg sjálvi
  • Einasta undantak til hetta, er økið við startskamlarnar; har má aftur skipast
  • Einans venjararnir kunnu standa frammanfyri kantinurútarnar og hyggja at / heppa
  • Annars er eingin runt hylin; bara upp til 13 dómarar, 6 venjarar, og 6 svimjarar

Gevið gætur at hetta tilfar varð framleitt meðan almenna tilmælið enn var at vit kundu vera í mesta lagi 50 fólk í høllini, uttan áskoðarar. Tí er væl hugsandi at vit fara at loyva fleiri fólkum inn í høllina, serliga til at fáa stevnuna at glíða lættari, men tó sjálvsagt enn so at øll almenn tilmæli verða fylgd.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.