Ungarska landsliðið rakt av koronasótt

Tilsamans 9 ungarskir landsliðssvimjarar hava til nú fingið staðfest koronasmittu, har í millum Boglarka Kapas, heimsmeistari í 200 firvald, umframt Dominik Kozma, David Horvath og Richard Bohus.

Hetta er staðfest tí at tey har brúka at testa landsliðið til at vita hvør ið kann tilláta sær at halda áfram at venja, har hesi fingu staðfest smittu aftaná at vera komin heim av venjingarlegum.

Hesi 9 eru enn væl fyri, men nú bíða tey sjálvsagt eftir at síggja hvussu leikur fer, eisini viðvíkjandi møguligari smittu av øðrum íðkarum afturat. Lesið t.d. her á SwimmingWorld Magazine

https://youtu.be/9NTWKPrY5h8

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.