LEN útsetir ella avlýsir ALLAR sínar stevnur og ØLL síni tiltøk fram til fyrst í juli 2020

Evropeiska svimjisambandið LEN skrivar nú í kunning til sínar limir, at tey hava avgjørt at útseta ella avlýsa allar sínar stevnur og øll síni tiltøk fram til einaferð fyrst í juli 2020.

Tey nevna beinleiðis EM 2020 í Budapest, EM fyri masters, LEN kongressina, øll EJM og allar LEN CUP-stevnur í vatnpolo.

Harvið er tí einki av tí altjóða virksemi longur á skrá hjá Svimjisambandi Føroya, sum var ætlað nú fram til og við summarferiuna, uttan kanska NMU í Kaunas í Litava í juli.

kaunas photo
Photo by jcorrius

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.