EM 2020 í vanda nú Ungarn er í undantaksstøðu

Inside the Games ber tíðindini um at Giro d’Italia nú verður útsett í óásetta tíð, sum sambært ætlanini skuldi byrja í Budapest hin 9. mai, og síðani hava etapur í Ungarn eisini 10. og 11. mai, har útsetingin er tí at Ungarn frá í dag er í undantaksstøðu.

giro italia photo

Hetta má merkja at EM í svimjing eisini hongur í klønum tráð, sum skal verða í Budapest frá 11. til 24. mai, við síðani EM fyri masters frá 24. mai til 7. juni.

Og fyri tann skyld eisini ársaðalfundurin hjá LEN, sum skal vera í Budapest hin 10. mai, við norðurlendskum ársaðalfundi hin 9. mai.

SwimmingWorld skrivar at millum annað so eru allar grensur til Ungarn nú stongdar, umframt heldur ófrættakent ímóti endanum av greinini, at serfrøðingar meta toppin av COVID-19-tilburðum í Ungarn at fara at verða í mai, sum í restina av Evropa.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.