Væleydnað talentlega í Klaksvík 21. – 22. februar 2020

Svimjisamband Føroya skipaði í vikuskiftinum fyri talentvenjingarlegu í Klaksvík, saman við vertsfelagnum Ægir og øðrum góðum kreftum. Tíverri sluppu suðuroyingar ikki norður vegna veður – Men fyri hini vórðu hetta 24 fokuseraðir tímar við tættpakkaðari skrá, sum tey tóku ímóti við eldhuga, góðum innsatsi og jaligum hugburði.

Tilsamans vóru tey 31 luttakarar úr 4 feløgum sum luttóku:

  • úr Fuglafjarðar Svimjifelag: Fróði Hansen (2008), Margit Højbro (2007), Jóhanna Ólavsdóttir (2007), Bárður Ólavson (2008), Rebekka Róðinsdóttir (2007) Sámal Torkilsson (2006), Birita Vesturtún (2007)
  • úr Havnar Svimjifelag: Isak Brisenfeldt (2006), Markus B. Dahl (2005), Dávid Gislason (2005), Fríði Dam Lindberg (2003), Miriam Mortensen (2004), Bára D. Nattestad (2004), Oddvá Sedea D. Nattestad (2006), Bjørg Ólavsdottir (2004), Maria Suma Poulsen (2004), Villiam Marius Samuelsen (2005), Sólja Sigmundardóttir (2005), Jóni Janusarson Strøm (2006)
  • úr Svimjifelagnum FLOT: Lukas Bessason (2007) og Jákup í Jákupsstovu (2004)
  • úr Ægir: Jónas á Bergi (2003), Durita M. Askham (2008), Heini M. Askham (2006), Lea Osberg Højsted (2008), Birna Isholm (2006), Ragnhild Jacobsen (2008), Hanus Lydersen (2008), Brandur A. Matras (2003), Sofía Toftegaard (2006), Róa Trygvadóttir (2008)

Hesi hava øll annaðhvørt talentnál, bronsunál ella bronsunál við stjørnu sum sína bestu nál, ið var atgongumerkið til hesa landsliðslegu.

Høvuðsvenjari var Rúni Gaardbo (FLOT), og afturat honum venjarar Monika Osberg Højsted (Ægir) og Rókur í Jákupsstovu (SSF) til allar venjingarnar, umframt Malena Hansen (FS), Otto Jacobsen (FLOT) og Astrid Joensen (FS) til einstakar venjingar. Liðleiðarar vóru Anna Mohr (Ægir) og Monika Osberg Højsted (Ægir), við góðari hjálp frá serliga Rannvá Sigfríðsdóttir (Ægir) við øðrum til matgerðina.

Skráin var sum nevnt rættiliga tættpakkað

  • Fríggjakvøldið koyrdi bussur norður til fyrstu venjing frá kl 20:15 til 21:45, síðani oman í skótahúsið at eta og í song
  • Leygarmorgun var veking kl 06:15 til ábit og síðani morgunvenjing frá kl 07:00 til 09:00, síðani niðan í Amarant at fáa brunsj og síðani oman í skótahúsið til spurnarkapping og útflýggan og undirvísing í Winnercam útgerð.
  • Leygardag seinnapart byrjaði við lasagnu uppi á Amarant kl 13:15, og síðani hjá test av nøkrum sjálvbodnum við nýggjari APLab útgerð í hylinum frá kl 14:00 til 15:45, meðan restin tók sær av løttum í skótahúsinum, áðrenn felagsmynd kl 16:00 og landvenjing til síðstu venjing frá kl 17:00 til 18:45.
  • Síðani bara ein skjótan sandwich og oman í skótahúsið eftir viðførinum til at náa buss til Havnar kl 19:35.

Nógvar myndir eru tiknar, umframt onkur video eisini, og nøkur testúrslit sum vit vónandi fáa klár til um ikki alt ov langa tíð.

Ein stór tøkk til serliga Rúna Gaardbo og Moniku O. Højsted fyri soleiðis at koyra á yvir eitt døgn, og til Rannvá Sigfríðsdóttir við Amarant og øðrum fyri at gera tað so mikið lættari at fáa avgreitt mat til hesi hartarbeiðandi ungu.

Hartil til mongu stuðlar og samstarvsfelagar okkara, sum eisini hesaferð hava hjálpt okkum við at fáa tingini at glíða lættari. Við risiko fyri at gloyma onkran, so í øllum førum Klaksvíkar Svimjihøll, Skótalið Nólsoyar Pálls, AP Bussar, Amarant, Føroya Tele, Power, Bónus og SMS.

Meira verður at frætta um nýggju útgerðina nú ein av næstu døgum, sum í stuttum er niðurlendska videogreiningarloysnin WinnerCam umframt italska videogreiningarloysnin Speed RT Velocity Meter, báðar til vónandi at gera tað lættari hjá okkum at betra um svimjiteknikk.

Hendan útgerð er keypt við stuðli frá olympisku verkætlanina FINA Olympic Aquatics Support Programme hjá altjóða svimjisambandinum FINA, sum eisini stuðlar okkum fíggjarliga við at skipa fyri legum og øðrum í sambandi við nýtslutøku av hesum skipanum.

Eitt annað sum eg havi hug at nevna, er at hesir ungu svimjarar vóru einastandi hugagóðir og ágrýtnir, allar løturnar frá tí at tey møttu og til at tey fóru, og óansæð um tey vóru ‘á heimabana’ í hylinum ella vórðu biðin um at gera okkurt sum tey vóru meira óvon við. Fyri at taka bara éitt lítið dømi, so er tað eingin sjálvfylgja at hava eitt fullsett lið við tannáringum sum stendur klárt at leypa í hylin kl 07:00 ein leygarmorgun, og sum síðani koyrir á inntil venjarin sigur stopp.

Her er ein video sum greiðir frá WinnerCam

Og her er ein sum vísir hvussu Speed RT Velocity Meter verður brúkt.

Hendan talentvenjingarlegan var hin fyrsta av vónandi eini røð av bruttolandsliðslegum, har hin næsta er sett at verða fyri silvur- og gullnálir í Vági hin 7. og 8. mars. Næsta talentlega av hesum slag verður sambært SSF-kalendaranum í Havn hin 12. og 13. september.

Vegna SSF

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.