Úrslit frá Ægir Open 15. og 16. februar 2020

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “Ægir Open” í Klaksvíkar Svimjihøll nú leygardagin 15. og sunnudagin 16. februar 2020, sum Ægir skipaði fyri. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se og her á SwimRankings

Tilsamans vóru tey eini 94 íðkarar og 5 liðsvimjingar úr øllum 6 feløgum sum kappaðust hesar báðar dagarnar í Klaksvík, og tá fingu 747 úrslit.

Frægasta avrik hjá kvinnum var tá ið Vár E. Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag svam 1500 frí uppá 16:59.39, sum gevur 734 FINA stig.

Frægasta avrik hjá monnum var tá ið Rókur Trygvason (2000) úr Ægir svam 50 frí uppá 22.94 sekund, sum gevur 688 FINA stig.

Tíðin hjá Róki var hartil stórt nýtt føroyskt met, har hitt gamla var hansara 23.14 frá Atlantic Open í mars mánaða.

Tilsamans vann Ægir mest á hesi stevnu:

FelagGullSilvurBronsa
Ægir191514
HS182518
SuSvim13711
FLOT011
FS002

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.