Heiðursmerki og finalupláss til føroyingar eisini 3. dag á RIG 2020

Andreas Debess (2006, SuSvim) vann í morgun gull í 200 bringu og bronsu í 200 frí í kappingini fyri dreingir 14 ár og yngri, meðan Birna Isholm (2006, Ægir) vann silvur í 100 frí í kappingini fyri gentur 14 ár og yngri, og Signhild Joensen (2000, Ægir) kvalifiseraði seg til opnu finaluna í 200 rygg við bestu tíð av øllum. Síðsti finalupartur er frá kl 15:00 í dag.

  • 200 rygg kvinnur: Signhild Joensen (2000, Ægir) 2:23.99 og víðari til finalu við bestu tíð av øllum, Kristina í Skála (2005, HS) 2:30.82 og eisini víðari til finaluna
  • 100 rygg menn: Bartal Debess (2002, SuSvim) 1:07.11 og víðari til B-finaluna
  • 100 bringa kvinnur: Rebekka Trygvadóttir (2004, Ægir) 1:20.92 og víðari til B-finaluna
  • 200 bringa dreingir: Andreas Debess (2006, SuSvim) 3:12.37 og gull í kappingini fyri dreingir 14 ár og yngri
  • 200 bringa menn: Rókur Trygvason (2000, Ægir) 2:28.63 og Róland Toftum (1998, SuSvim) 2:32.95 og báðir víðari til finaluna
  • 100 firvald menn: Jóhan N. Dam (2002, HS) 1:01.41 og víðari til A-finaluna, Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) 1:02.92 og Natanael A. Matras (2002, Ægir) 1:04.94 og báðir víðari til B-finaluna
  • 100 frí gentur: Birna Isholm (2006, Ægir) 1:07.39 og silvur
  • 100 frí kvinnur: Vár E. Eidesgaard (2001, HS) 59.89 og víðari til A-finaluna, Alisa Vestergård (2003, SuSvim) 1:02.91 og víðari til B-finaluna
  • 200 frí menn: Johan N. Dam (2002, HS) 2:01.20 og Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) 2:02.67 og báðir víðari til finaluna

úrslitalistarnar her

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.