Góð úrslit eisini 2. dag á RIG 2020

Andreas Debess (2006, SuSvim) vann í morgun silvur í 100 bringu og bronsu í 100 frí í kappingini fyri dreingir 14 ár ár og yngri, meðan fleiri av teimum eldru føroyingunum svumu seg í A- og B-finalur.

  • 400 frí menn: Her er Johan N. Dam (2002, HS) beinleiðis víðari til skjótasta riðil
  • 200 blandað kvinnur: Vár E. Eidesgaard (2001, HS) 2:29.45 og víðari til finaluna
  • 100 rygg kvinnur: Signhild Joensen (2000, Ægir) 1:06.69, Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) 1:08.48 og Kristina í Skála (2005, HS) 1:09.20 og allar tríggjar víðari til A-finalu
  • 100 bringu dreingir: Andreas Debess (2006, SuSvim) 1:28.50 og silvur í kappingini fyri dreingir 14 ár og yngri
  • 100 bringu menn: Róland Toftum (1998, SuSvim) 1:06.95 og Rókur Trygvason (2000, Ægir) 1:08.38 og víðari til A-finalu, Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) 1:12.11 og víðari til B-finalu
  • 200 bringu kvinnur: Rebekka Trygvadóttir (2004, Ægir) 2:50.42 og víðari til finaluna
  • 200 firvald menn: Johan N. Dam (2002, HS) 2:20.51 og víðari til finaluna
  • 100 firvald kvinnur: Vár E. Eidesgaard (2001, HS) 1:06.84 og víðari til A-finalu
  • 100 frí dreingir: Andreas Debess (2006, SuSvim) 1:03.25 og bronsu
  • 100 frí menn: Rókur Trygvason (2000, Ægir) 55.42 og víðari til A-finalu, Johan N. Dam (2002, HS) 56.74 og Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) 57.03 og víðari til B-finalu
  • 200 frí kvinnur: Vár E. Eidesgaard (2001, HS) 2:12.10 og víðari til finaluna

Allar hesar nevndu finalur verða svomnar nú seinnapartin, umframt nakrar afturat vegna innleiðandi riðlar í gjárkvøldið. Finaluparturin byrjar kl 15:30, sí skránna her

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.