Heiðursmerki og finalupláss til føroyingar, 1. kvøld á RIG 2020

Føroysku svimjararnir kláraðu seg bara heilt væl, hetta fyrsta kvøldið á Reykjavík International Games 2020. Vár E. Eidesgaard (2001, HS) vann gull í 800 frí og bronsu í 400 blandað, meðan Johan N. Dam (2002, HS) vann silvur í 1500 frí, og hartil vóru tey fleiri sum svumu seg víðari til finalur, umframt at Andreas Debess gjørdi eitt hál í yngra bólkinum.

heiðursmerkjalistan her, umframt úrslitalistarnar her.

Um vit draga skjótt saman um úrslitini hetta fyrsta kvøldið, so vóru serliga hesi úrslit merkisverd:

  • 50 rygg: Andreas Debess (2006, SuSvim) 36.85 og bronsu í kappingini fyri dreingir 14 ár og yngri
  • 50 rygg: Signhild Joensen (2000, Ægir) 30.76, Elisabeth Erlendsdottir (2005, HS) 31.36 og Kristina í Skála (2005, HS) 32.12 og allar tríggjar víðari til A-finalu sunnudagin.
  • 50 bringu: Andreas Debess (2006, SuSvim) 40.45 og silvur í kappingini fyri dreingir 14 ár og yngri
  • 50 bringu: Róland Toftum (1998, SuSvim) 30.19 og Rókur Trygvason (2000, Ægir) 31.16 og báðir víðari til A-finalu sunnudagin
  • 50 bringu: Rebekka Trygvadóttir (2004, Ægir) 35.84 og víðari til A-finalu í morgin, Ronja Ró í Dímun (2004, HS) 36.74 og Eyðrið Mortensen (2003, HS) 37.37 og víðari til B-finalu
  • 400 blandað: Vár E. Eidesgard (2001, HS) 5.07.78 og bronsu
  • 50 firvald: Andreas Debess (2006, SuSvim) 34.82 og silvur í kappingini fyri dreingir 14 ár og yngri
  • 50 firvald: Rókur Trygvason (2000, Ægir) 26.48 og Róland Toftum (1998, SuSvim) 26.59 og báðir víðari til A-finalu í morgin, Rói Bech (2001, SuSvim) og Johan N. Dam (2002, HS) báðir 28.11 og víðari til B-finalu
  • 50 firvald: Sofía Toftegaard (2006, Ægir) 33.04 og bronsu í kappingini fyri gentur 14 ár og yngri
  • 50 firvald: Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) 30.62 og Alisa Vestergård (2003, SuSvim) 30.96 og báðar víðari til B-finalu sunnudagin
  • 50 frí: Andreas Debess (2006, SuSvim) 28.48 og silvur í kappingini fyri dreingir 14 ár og yngri
  • 50 frí: Rókur Trygvason (2000, Ægir) 24.75, Róland Toftum (1998, SuSvim) 25.39 og Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) 25.54 og allir tríggir víðari til A-finalu sunnudagin, Bartal Debess (2002, SuSvim) 25.90 og víðari til B-finalu
  • 50 frí: Alisa Vestergård (2003, SuSvim) 28.64 og víðari til B-finalu í morgin
  • 1500 frí: Johan N. Dam (2002, HS) 16:41.42 og silvur
  • 800 frí: Vár E. Eidesgaard (2001, HS) 9:17.19 og gull

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.