Stór føroysk luttøka á RIG 2020

Íslendarar skipa hin 24. til 26. januar fyri Reykjavík International Games 2020, við luttøku av eisini einum 38 føroyskum svimjarum úr Ægir, Havnar Svimjifelag og Suðuroyar Svimjifelag. Og hóast kappingin er hørð, sær tað út til at føroyingarnir fara at kunna taka í øllum førum okkurt heiðursmerki.

luttakaralistan her, har áhugaverd styrkismeting fyri okkum er t.d.:

  • Signhild Joensen (2000), Ægir 29.74 og nr 4 í 50 rygg
  • Róland Toftum (1998), SuSvim 29.43 og nr 2 í 50 bringu
  • Vár E. Eidesgaard (2001), HS 5:08.84 og nr 4 í 400 blandað
  • Rókur Trygvason (2000), Ægir 24.00 og nr 3 í 50 frí
  • Johan N. Dam (2002), HS 16:34.97 og nr 2 í 1500 frí
  • Høgni H. Thomassen (2002), HS 17:04.81 og nr 3 í 1500 frí
  • Vár E. Eidesgaard (2001), HS 9:08.50 og nr 2 í 800 frí
  • Johan N. Dam (2002), HS 4:11.02 og nr 4 í 400 frí
  • Signhild Joensen (2000), Ægir 1:03.01 og nr 4 í 100 rygg
  • Rókur Trygvason (2000), Ægir 1:04.41 og nr 3 í 100 bringu
  • Johan N. Dam (2002), HS 2:20.99 og nr 4 í 200 firvald
  • Vár E. Eidesgaard (2001), HS 2:07.26 og nr 4 í 200 frí
  • Vár E. Eidesgaard (2001), HS 4:29.50 og nr 4 í 400 frí
  • Signhild Joensen (2000), Ægir 2:16.42 og nr 2 í 200 rygg
  • Róland Toftum (1998), SuSvim 2:23.72 og nr 3 í 200 bringu
  • Bartal E. Eidesgaard (2003), HS 2:00.03 og nr 4 í 200 frí

Har er okkurt løgið við at tilmeldingarnar ikki altíð standa í raðfylgju eftir tilmeldingartíð, og eg havi tí í her roynt sum frægast at lista upp teir føroyingar sum hava bestu, næst-, trið- og fjór-bestu tilmeldingartíð.

Og hóast føroyingarnir í heilum eru styrkismettir høgt, so sær tað út til at gullheiðursmerkini vera trupul at røkka, við tað at har í heilum eru svimjarar á heimsstøði omanfyri.

Til dømis eru har hjá kvinnum sterkir svimjarar sum t.d. OL-luttakarar Simona Kubova úr Kekkia, Mie Ø. Nielsen úr Danmark og Eygló Ósk Gústafsdóttir úr Íslandi, og hjá monnum tilsvarandi Anton Sveinn McKee úr Íslandi og Viktor B. Bromer úr Danmark.

Tey sum fara at luttaka úr Føroyum, eru:

  • úr Ægir: Signhild Joensen (2000), Rókur Trygvason (2000), Martin Sivertsen (2002), Natanael A. Matras (2002), Birna Isholm (2006), Sofía Toftegaard (2006), Jonna Joensen (2005), Annelisa Joensen (2003), Róa Trygvadóttir (2008), Rebekka Trygvadóttir (2004)
  • úr HS: Vár E. Eidesgaard (2001), Johan N. Dam (2002), Høgni H. Thomassen (2002), Eyðrið Mortensen (2003), Bartal E. Eidesgaard (2003), Jóhannis Erlendsson (2003), Bjørg Ólavsdóttir (2004), Miriam Mortensen (2004), Maria S. Poulsen (2004), Ronja Ró í Dímun (2004), Niklas J. Arge (2004), Anna Højsted (2004), Jóhanna Eidesgaard (2004), Elisabeth Erlendsdóttir (2005), Kristina í Skála (2005)
  • úr SuSvim: Róland Toftum (1998), Rói Bech (2001), Rani Jacobsen (2001), Bartal Debess (2002), Hans Jacob Hjelm (2003), Heini Hansen (2003), Rúni Dahl (2004), Teitur Winther (2005), Andreas Debess (2006), Lea Midjord (2002), Petra Nielsen (2003), Alisa Vestergård (2003), Bjørk Sørensen (2004), Elin Christiansen (2004)

Kappast verður í tveimum aldursbólkum:

  • Ung, t.e. svimjarar føddir í 2006 og seinni
  • Seniorar, t.e. svimjarar føddir í 2005 og fyrr

Stevnusíðan hjá svimjistevnuni er her:

http://www.sundsamband.is/default.aspx?PageID=87d0939f-9e6b-11e9-9443-005056bc4d74

Umframt heimasíðan hjá Reykjavík International Games:

https://www.rig.is/

laugardalslaug photo
Photo by Helgi Halldórsson/Freddi

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.