So er tað EM á stuttgeil 2019 í Glasgow

Í morgin ári byrjar EvropaMeistarastevnan á stuttgeil 2019 í Glasgow í Skottlandi, at vara fram til og við sunnudagin. Føroyski svimjihópurin er komin fram í øllum góðum, og er við gott mót aftaná eitt sera væleydnað NM nú farna vikuskiftið.

Tey trý sum luttaka fyri Føroyar, eru Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001) úr Havnar Svimjifelag, Signhild Joensen (2000) úr Ægir og Róland Toftum (1998) úr Suðuroyar Svimjifelag. Við teimum er venjari Panagiotis Christou og undirritaði ferðaleiðari.

Stevnusíðan eitur euroswim2019.com, og úrslitasíðan glasgow2019.microplustiming.com

Stutt sagt er føroyska luttøkan:

  • Mik. 4. des.: Róland 50 bringu, Signhild 100 rygg, Vár 800 frí
  • Hós. 5. des.: Vár 100 frí
  • Frí. 6. des.: Signhild 200 rygg, Róland 100 bringu
  • Ley. 7. des.: Signhild 50 rygg, Vár 200 frí
  • Sun. 8. des.: Vár 400 frí

Formstøðan er líka stutt sagt, at Róland í vikuskiftinum setti føroyskt met í 50 bringu, og Vár føroyskt met í 400 og 800 frí, og at Signhild eisini tá var væl niður ímóti sínum meti í øllum førum í 100 rygg.

Harvið er ikki sagt at tíðirnar verða her á EM, tí tað er ikki lætt at toppa tvær ferðir innan so stutta tíð, umframt at skula svimja skjótt í so mikið harðari kapping.

Men, lagið er gott, nú NM gekk væl, og so er so skjótt at okkurt gott verður.

Vegna SSF

Rókur

 

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.