EM 2024 verður í Russlandi, sigur TASS

Russiska tíðindastovan TASS skrivar her, at EM í svimjing í 2024 verður annaðhvørt í Kazan ella Nizhny Novgorod, sum báðir eru býir nakað eystanfyri Moskva. Sambært TASS verður EM 2022 í Rom í Italia, sum er árið tá ið næsta fleirítrótta-EM annars verður í München.

LEN sjálvi skriva her at tey fara at kunngera vertsbýin fyri EM í 2022 einaferð síðst í november ella fyrst í desember.  Tað ljóðar tó sum um at tað verður ein annar býur enn München, tí LEN tosar um eina fleir-ítrótta-EM-loysn við tveimum býum sum Glasgow og Berlin í 2018.

Í greinini hjá Inside the Games frá í gjár stendur nú at lesa, at vónir vóru um at München skuldi fara at hýsa øllum ítróttunum, og at München eisini søkti um hetta, men at umstøðurnar har ikki livdu upp til krøvini hjá LEN.

“However, in discussions with LEN, it was clear that the existing aquatics facilities in Munich were not sufficient for the current requirements of a European Aquatics Championships and all its disciplines.

“LEN took the decision to look elsewhere for a host city to organise their Championships.

“Depending on the host city selected and date chosen by LEN, and the European Championships 2022 participation requirements being fulfilled, the integration of aquatics would still be considered by the EC2022 Board.”

Nizhny Novgorod photo
Photo by Alexxx1979

Serliga Kazan og Budapest eru sera virknir býir í svimjihøpi, nú hesi næstu árini …

  • 2020 – EM í Budapest i Ungarn
  • 2020 – HMS í Abu Dhabi í SAR
  • 2021 – HM í Fukuoka í Japan
  • 2021 – EMS í ??
  • 2022 – EM í møguliga Rom
  • 2022 – HMS í Kazan í Russlandi
  • 2023 – HM í Doha í Qatar
  • 2023 – EMS í ??
  • 2024 – EM í Kazan ella Nizhny Novgorod
  • 2024 – HMS í Budapest í Ungarn
  • 2025 – HM í Kazan í Russlandi
  • 2027 – HM í Budapest í Ungarn

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.