Beinleiðis stroyming frá CAS hoyringini í málinum millum WADA og Sun Yang og FINA

Lesið tíðindaskrivið her av heimasíðu CAS – Tað er nú fríggjadagin hin 15. november 2019 at altjóða ítróttardómstólurin CAS fer at hoyra partarnar í kærumálinum frá WADA, um tað at altjóða svimjisambandið FINA í januar lat Sun Yang sleppa undan dómi, fyri í fjør heyst at ikki hava viljað latið dopingroynd.

sun yang photo
Photo by jdlasica

Hetta er aðru ferð í søgu CAS at ein hoyring verður hildin almenn, har hin fyrsta var eisini úr svimjingini, tá ið írska Michelle Smith de Bruin í 1998 fekk 4 ára dóm frá FINA fyri at hava falsað eina dopingroynd, og de Bruin so kærdi hetta málið til CAS við mótákærum um skeiva mannagongd og illvilja ímóti henni. Tað málið endaði í 1999 við at CAS gav FINA viðhald, lesið t.d. um tað málið her.

Tað er sostatt sera sjáldan at CAS velur at hava hoyringina almenna, og er tað nú tí at partarnir hava beinleiðis biðið um tað.

Støðan er stutt sagt at FINA í januar lat Sun Yang sleppa við eini harðligari átalu fyri í september 2018 at hava brotið kravdu mannagongd ísv antidopingroynd, tí at har møguliga var ein trupulleiki við at ikki øll í antidopingarfylginum høvdu neyðug akkreditatión. At Sun Yang í hesum sambandi fleiri ferðir rýmdi frá antidopingarfólkunum uttan loyvi, og breyt eina dopingroynd við hamara. Og at WADA ikki góðtekur at FINA letur Sun Yang sleppa so lætt. Lesið t.d. her og her á Swimming World Magazine.

Nú er tað so fríggjadagin at hoyringin verður, almenn og sambært CAS við beinleiðis stroyming á internetinum:

From the moment the hearing starts, all or parts of the hearing will be available by livestream on the internet. The proceedings will be conducted in English. At the conclusion of the hearing, no decision will be announced. The arbitral panel will start its deliberations and the final decision will be issued at a later date

CAS

Hetta verður sikkurt drúgt og tungt sakføraramál, men tó einastandandi spennandi fyri okkum sum leggja í at antidopingarvirksemið riggar sum tað skal. Tey byrja sambært skrivinum kl 09:00 um morgunin, og vænta at verða liðug umleið klokkan 20:30 um kvøldið.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.