Føroyingar í finalur eisini 3. dag á ÍM 25

Tey hava avgreitt síðstu innleiðandi riðlar á Íslandsmeistaramótinum á stuttgeil 2019, og vóru har aftur í dag ein rúgva av føroyingum sum svumu seg víðari til finalur.

  • í 1500 frí fyri kvinnur er Vár E. Eidesgaard beinleiðis víðari til skjótasta riðil, við 16:47.54 og bestu tilmeldingartíð av øllum
  • í 200 rygg fyri kvinnur svumu Signhild Joensen og Kristina í Skála seg víðari til finalu, Signhild við 2:19.88 og næstbestu tíð av øllum, og Kristina við 2:23.90 og fjórbestu
  • í 200 frí fyri menn svam Bartal E. Eidesgaard seg víðari til finalu við 1:55.20 og bestu innleiðandi tíð av øllum
  • í 50 firvald fyri menn svam Bartal E. Eidesgaard seg víðari til finalu við 26.70 og fjórbestu tíð av øllum
  • í 50 bringu fyri kvinnur svam Rebekka Trygvadóttir seg víðari til finalu við 35.08 og fimtbestu tíð av øllum
  • í 200 bringu fyri menn svam Rókur Trygvasón seg víðari til finalu við 2:28.58 og næstbestu tíð av øllum
  • í 100 frí fyri kvinnur svumu Vár E. Eidesgaard og Barbara Debes seg víðari til finalu, Vár við 57.54 og bestu tíð av øllum og Barbara við 1:00.16 og fimtbestu
  • í 200 firvald fyri kvinnur svam Rebekka Trygvadóttir seg víðari til finalu við 2:32.24 og sjeyndbestu tíð av øllum

Hesar triðju og síðstu finalur eru frá kl 16:30 í kvøld, í Ásvallalaug í Hafnafirði. Til ber at fylgja við beinleiðis her á oz.com, umframt at síggja úrslitini beinleiðis her á SwimRankings.net

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.