Føroyingar í finalur eisini 2. dag á ÍM25

Tey hava avgreitt innleiðandi riðlarnar í Hafnarfirði, og verða tað ein hópur av føroyingum sum fara at verða at síggja í finalunum seinnapartin. Íslendarar stroyma finalurnar beinleiðis her á oz.com, umframt at beinleiðis úrslit síggjast her á SwimRankings.net

  • í 400 blandað fyri kvinnur eru Rebekka Trygvadóttir (2004), Ægir og Kristina í Skála (2005), HS beinleiðis víðari til skjótasta riðil, Rebekka við triðbestu tilmeldingartíð av øllum, 5:03.07, og Kristina við 8. bestu 5:26.25
  • í 200 frí fyri kvinnur eru Vár E. Eidesgaard (2001), HS og Barbara Debes (2000), Ægir víðari til finaluna, Vár við 2:05.52 og næstbestu innleiðandi tíð av øllum, og Barbara við 2:11.27 og fimtbestu. Elisabeth Erlendsdóttir (2005), HS er reserva við 9. bestu tíð 2:15.19, og Kristina í Skála (2005), HS varð nr 17 við 2:17.80
  • í 200 blandað fyri menn er Bartal E. Eidesgaard (2003), HS víðari til finaluna við 2:11.88 og næstbestu tíð frá innleiðandi
  • í 100 bringu fyri kvinnur er Eyðrið Mortensen (2003), HS víðari til finalu við 1:18.78 og 8. bestu tíð, meðan Rebekka Trygvadóttir (2004), Ægir er fyrsta reserva við 1:19.21
  • í 50 bringu fyri menn er Rókur Trygvason (2000), Ægir víðari til finalu við 29.93 og næstbestu tilmeldingartíð
  • í 50 firvald fyri kvinnur er Kristina í Skála (2005), HS víðari til finalu við 30.23 og fjórbestu tíð, meðan Barbara Debes (2000), Ægir er fyrsta reserva við 30.92
  • í 100 frí fyri menn eru Rókur Trygvason (2000), Ægir og Bartal E. Eidesgaard (2003), HS víðari til finaluna seinnapartin, Rókur við 51.94 og næstbestu tíð, og Bartal við 54.65 og 8. bestu tíð
  • í 100 rygg fyri kvinnur eru Signhild Joensen (2000), Ægir og Elisabeth Erlendsdóttir (2005), HS víðari til finalu, Signhild við 1:02.75 og bestu innleiðandi tíð av øllum, og Elisabeth við 1:06.19 og fimtbestu
  • Í 800 frí fyri kvinnur eru Vár E. Eidesgaard (2001), HS og Eyðrið Mortensen (2003), HS beinleiðis víðari til finaluna, Vár við klárt bestu tilmeldingartíð av øllum, 8:46.64, og Eyðrið við næstbestu 9:03.27

Føroysku luttakararnir á ÍM25 eru úr Havnar Svimjifelag Vár E. Eidesgaard (2001), Eyðrið Mortensen (2003), Bartal E. Eidesgaard (2003), Elisabeth Erlendsdóttir (2005) og Kristina í Skála (2005), og úr Ægir Signhild Joensen (2000), Barbara Debes (2000), Rókur Trygvason (2000) og Rebekka Trygvadóttir (2004).

Sostatt eru tey øll 9 í sving í finalunum í kvøld, sum luttaka úr Føroyum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.