Kommunur slóða fyri skipan við frítíðarkortum til børn

Runavíkar kommuna var fyrst við sínum Spjaldri, og Nes kommuna síðani í hølunum á teimum við sínum Frítíðarkorti, so at børn á eystara armi av Skálafjørðinum nú frá í 2020 fara at hava oyramerktar 2000 krónur í part at kunna nýta til frítíðarvirksemi.

Ófør átøk sum vónandi fara at spjaða seg um landið, gjarna somikið samskipaði at bagatellir verða skúgvaði til viks, so sum hvar ítrivið finst.

Lurtið eftir sendingini her, har morgunsendingin hjá KVF tosaði við Torbjørn Jacobsen, borgarstjóra í Runavíkar kommunu og Andras Nolsøe, ítróttaráðgeva í ÍSF.

Tað er lítil ivi um at hesi átøk fara at hava stóran týdning fyri frítíðarvirksemið í økinum, og er tað eisini nakað sum longu hoyrist millum børnini í øllum førum á Toftum. Hvat tey hava fingið, og hvussu hetta skal brúkast.

Ein lítil munur millum báðar skipanirnar er, at tey í Runavík skriva at skipanin hjá teimum er “galdandi fyri alt virksemi á ítróttar, mentanar- og frítíðarøkinum, sum er staðsett í Runavíkar kommunu”, meðan tey á Toftum skriva at tað kann “nýtast til frítíðarvirksemi í Nes kommunu og aðrastaðni”.

Hetta hevur sjálvsagt týdning fyri grannaøki sum her á eystara armi av Skálafjørðinum, har feløg í báðum kommununum hava mestsum býtt síni ítróttatilboð ímillum sín. Runavík hevur badminton, bogaskjóting, hondbólt, paraítrótt, kapprógving, fimleik, taekwondo og fótbólt, meðan Toftir hevur frælsan ítrótt, svimjing, flogbólt, badminton, dart, kurvabólt og fótbólt.

(Eg havi her hildið meg til ítróttartilboðini, har skipanirnar sum skilst eisini umfata øll møgulig onnur frítíðartilboð til børn, so sum tónleik, hugaítrótt og kvøldskúla)

Vónandi fer at bera til at børnini kunnu velja frítt ímillum hesi tilboð, uttan mun til um tað er í Runavíkar ella Nes kommunu. Og vónandi verður tað á sama hátt alla aðra staðni í Føroyum eisini.

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.