Signhild 1:03.19 og nr 11 í 100 rygg á World Cup 2019 í Berlin

Signhild Joensen royndi seg í morgun í 100 metra rygsvimjing á World Cup 2019 stevnuni í Berlin í Týsklandi, og varð har nr 11 av teimum 22 luttakandi við tíðini 1:03.19. Sí úrslitalistan her

Besta tíð hjá Signhildi nakrantíð er hennara føroyska met á 1:03.01 frá Bergen Swim Festival í 2018 og 2019, og var tíðin í dag sostatt bara 18 hundraðpartar frá hesum.

Á FM á langgeil 2019 svam hon 1:03.18, og er hendan nú so hennara trið- ella fjór-besta nakrantíð, alt eftir hvussu man telur við hasum dupultu bestu tíðum hennara.

Sum tit síggja í úrslitalistanum, so kravdi tað eina tíð á 1:02.79 at koma upp á tal til finaluna, og máttu tær báðar Hanna Henderson úr Kanada og brasilska Natalia de Luccas tá kappast um hetta plássið, við tað at tær høvdu júst somu tíð. De Luccas vann umsvimjingina við 1:02.83, meðan Henderson tá svam 1:03.22.

Signhild skal royna seg aftur í morgin ári, tá í 200 metra rygg.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.