Innbjóðing til FM á stuttgeil 2019

Her er innbjóðing til Føroyameistarastevnuna á stuttgeil 2019, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali hin 1. til 3. november 2019.

Hetta vikuskiftið er síðsta freist at klára kravtíð til EM á stuttgeil 2019, umframt til Norðurlendsku Meistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna 2019.

EM verður í Glasgow í Skotlandi hin 4. til 8. desember, og NM/NJM í Tórshavn hin 29. november til 1. desember 2019. Sí kravtíðirnar her.

Gevið gætur at SSF til hetta FM hevur valt at royna seg við kravtíðum til hvørja einstaku kapping, heldur enn við til nú nýtta krav um at hava klárað bronsunál í éinari kapping.

FM á stuttgeil verður sum vant sjónvarpað í Kringvarpi Føroya, umframt at til ber at fylgja við úrslitunum beinleiðis á LiveTiming.se

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.