Signhild til World Cup 2019 í Tokyo

Hetta vikuskiftið skipa japanar fyri World Cup stevnu í Tokyo, har eisini føroyska Signhild Joensen skal royna seg. Tey bæði Jjaime eru komin fram í øllum góðum, og venja longu í hylinum.

Luttøkan hjá Signhild verður:

  • Fríggjamorgun 2. august: 50 rygg
  • Leygarmorgun 3. august: 100 rygg
  • Sunnumorgun 4. august: 200 rygg

FINA stroymar eisini World Cup her á finatv.live/en, sum gott nokk krevur ársgjald men afturfyri vísir so gott sum alt sum FINA fyriskipar, í sera góðari góðsku.

Hartil fara úrslitini allarhelst at kunna síggjast her á omegatiming.com

Innleiðandi riðlarnir byrja kl 10 um morgunin, Tokyo tíð, sum er 8 tímar frammanfyri okkum í Føroyum. Tað vil siga at vit skulu hyggja frá kl 2 um náttina til fríggjadag, leygardag og sunnudag.

Finalurnar eru frá kl 18 um kvøldið í Tokyo, sum er frá kl 12 sama dag á Toftum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.