Hetta vikuskiftið skipa japanar fyri World Cup stevnu í Tokyo, har eisini føroyska Signhild Joensen skal royna seg. Tey bæði Jjaime eru komin fram í øllum góðum, og venja longu í hylinum.
Luttøkan hjá Signhild verður:
- Fríggjamorgun 2. august: 50 rygg
- Leygarmorgun 3. august: 100 rygg
- Sunnumorgun 4. august: 200 rygg
FINA stroymar eisini World Cup her á finatv.live/en, sum gott nokk krevur ársgjald men afturfyri vísir so gott sum alt sum FINA fyriskipar, í sera góðari góðsku.
Hartil fara úrslitini allarhelst at kunna síggjast her á omegatiming.com
Innleiðandi riðlarnir byrja kl 10 um morgunin, Tokyo tíð, sum er 8 tímar frammanfyri okkum í Føroyum. Tað vil siga at vit skulu hyggja frá kl 2 um náttina til fríggjadag, leygardag og sunnudag.
Finalurnar eru frá kl 18 um kvøldið í Tokyo, sum er frá kl 12 sama dag á Toftum.