Breaking á TV2: Venjararnir á danska NTC koyrdir

Danska TV2 veit at siga at danska svimjisambandið hevur sent báðar sínar NTC-venjarar til hús per dags dato, sum merkir at topp-svimjarar sum Penille Blume, Viktor Bromer og Emilie Beckmann nú hava mist sínar dagligu venjarar, her minni enn 40 dagar áðrenn HM í Suðurkorea.

Talan er um niðurlendska Martin Truijens og danska Mads Bjørn Hansen, sum sambært TV2 eru “blevet fritstillet af Dansk Svømmeunion med øjeblikkelig virkning”. TV2 hevur roynt at fáa viðmerking frá danska svimjisambandinum, uttan úrslit.

NTC er tað danska “Nationale Træningscenter” í Bellahøj í Keypmannahavn, sum Dansk Svømmeunion og Team Danmark fyri árum síðani stovnsettu til at skapa eitt veruligt sokallað “kraftcenter” í Danmark, til teir allarbestu svimjararnar í landinum.

Sambært nýliga givnu Rikke Møller Pedersen, ið sum kunnugt enn eigur heimsmetið í 200 bringu, og sum nú er serfrøðingaviðmerkjari hjá TV2, so er hendan støða so mikið álvarslig, at viðkomandi svimjarar kunnu umhugsa at melda frá HM. Sí søguna her.

Vit føroyingar kenna NTC sum staðið har Pál Joensen vandi millum Olympisku Leikirnar í London í 2012 og Rio í 2016.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.