Rebekka eisini klár til NMU

Ein genta manglaði í yvirlitinum í gjár, nevniliga Rebekka Trygvadóttir úr Ægir sum kláraði kravtíð til NMU 2019 longu á NMU 2018, og sum síðani hevur klárað tær nakrar ferðir afturat, millum annað tvær ferðir á FM á langgeil í gjár.

Soleiðis eru tey nú trý sum vit vita um at hava klárað kravtíð til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung 2019: Rebekka Trygvadóttir úr Ægir, og Elisabeth Erlendsdóttir og Bartal Erlingsson Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag.

Og tað er so her at tey mest sannlíkt fara til Evropeisku Olympisku Leikirnar fyri Ung 2019 í Baku í Aserbadjan, heldur enn til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung 2019 í Vejle.

Yvirlitið her vísir tey sum hava klárað kravtíð til meistarastevnurnar í summar: Oyggjaleikir, NMU og HM 2019. Kravtíðir finnast ikki til stevnuna í Baku, fyrst og fremst tí at vit í SSF enn bíða eftir at fáa vita treytirnar fyri luttøku har, ið so aftur ávirka møguliga úttøku.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.