Blámusoppur í Bellahøj ávirkar Danish Open og NTC

Hendan søgan byrjaði hin 20. mars, tá ið danska svimjisambandið kunngjørdi at tey høvdu valt at flyta Danish Open 2019 úr Bellahøj Svømmestadion, av tí at blámusoppur er staðfestur í gólvinum har.

Dagin eftir varð fráboðað at Danish Open 2019 verður í Taastrup Svømmehal, sum ikki hevur somu pláss til áskoðarar sum Bellahøj, og har tey tí velja at stroyma, heldur enn at bjóða inn.

Hin 28. mars visti minby.dk at siga, at Bellahøj Svømmestadion steingir í september, væntandi í 9 mánaðir, og at Københavns Kommune hevur sett av knappar 40 milliónir krónur til umvælingar.

Sama dag skrivar sn.dk um umstøðurnar í Taastrup, at tey eftir øllum at døma, øllum førum i løtum, fara at kappast á fýra 50m-geilum, samstundis sum har verður skúlasvimjing á seks 25m-geilum við síðuna av.

Hin 29. mars skrivar danska svimjisambandið, at tey hava stovnað eina ‘transportpulju’, til svimjifeløg at kunna søkja um endurgjald fyri øktar útreiðslur av flutningi í sambandi við Danish Open 2019.

Og sama dag fortelur TV2.dk, at Daniel Skaaning mistonkir blámusoppin í Bellahøj Svømmestadion fyri at kostað honum EM í Glasgow í fjør, vegna trupulleikar sum hann hevur haft við andadráttinum.

Óli Mortensen og Alvi Hjelm eru beinleiðis raktir av støðuni við Bellahøj Svømmestadion, við tað at teir til dagliga venja í Bellahøj, og eru meldaðir til Danish Open 2019.

Føroyska svimjilandsliðið annars fer ikki til Danish Open 2019, men í staðin til Bergen Swim Festival 2019, sum er sama vikuskifti.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.