Trý afturat undir kravtíðir til Oyggjaleikir 2019

Hetta fyrsta “Atlantic Open” má sigast at vera rættiliga væleydnað, nú vit longu fyrsta kvøldið fingu trý afturat undir kravtíðir til Oyggjaleikir 2019 á Gibraltar, umframt at fleiri onnur staðfestu sína styrki sum oyggjaleikakandidatar, og onnur vóru líka við.

Fyrst svam Rebekka Trygvadóttir úr Ægir seg undir kravtíðina í 400 blandað, við at svimja 5:03.07 har kravið er 5:05.27.

Seinni svam Elisabeth Erlendsdóttir úr Havnar Svimjifelag seg undir kravtíðina í 50 rygg, við tíðini 29.89 har kravið er 29.95.

Og at enda svam Johan Nónskarð Dam úr Havnar Svimjifelag seg undir kravtíðina í 1500 frí, við at svimja 15:48.40 har kravið er 15:57.77.

‘The usual suspects’ gjørdu eisini vart við seg, Signhild Joensen úr Ægir við 29.18 í 50 rygg og 1:01.84 í 100 rygg, og Vár Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag við 16:53.02 og føroyskum meti í 1500 frí, báðar í greinum sum tær longu eru kvalifiseraðar í, meðan Rókur Trygvason úr Ægir legði 100 bringu afturat hjá sær, við tíðini 1:03.99 har oyggjaleikakravið er 1:04.95.

Og tey vóru onnur sum vóru nær við.

Einans 400 blandað og 1500 frí vórðu endaliga avgreiddar kappingar í kvøld, og skjótastu svimjarar fáa tí kjans aftur í annaðkvøld ella sunnukvøldið, at royna eftir kravtíðum í greinunum 50 rygg, 100 bringu og 100 rygg.

Tey eru nú 11 sum hava klárað kravtíð til Oyggjaleikir 2019 – 6 kvinnur og 5 menn – ið sum kunnugt eru meðaltíð av bronsutíðum frá trimum teimum seinastu Oyggjaleikum.

Vit hava sostatt týðiligvís heiðursmerkjakandidatar til eisini Oyggjaleikir á Gibraltar, og vit fáa vónandi onkran afturat á liðið áðrenn vikuskiftið er av.

Imponerandi !

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.