Óli og Alvi til 13. Trofeu Club Natació Sabadell

Útisetarnir Óli Mortensen og Alvi Hjelm luttaka nú í vikuskiftinum á 13. Trofeu Club Natació Sabadell í Katalonia, við danska felagi teirra, Hovedstadens Svømmeklub.

13. Trofeu Club Natació, Alvi Hjelm eigur myndina

Fríggjadag 8. mars 2019

  • 4) 50 bringu, Alvi tilmeldaður við 32.78, svam 32.08 og 23. bestu tíð av 40
  • 6) 50 frí, Alvi tilmeldaður við 25.00, svam 25.12 og 26. bestu tíð av 67
  • 10) 1500 frí, Óli tilmeldaður við 15:31.75, svam 16:25.37 og 7. bestu tíð av 19

Leygardag 9. mars 2019

  • 12) 400 frí, Óli tilmeldaður við 3:56.76, svam 4:06.93 og 9. bestu tíð av 29, víðari til finalu og svam har 4:06.00 og 9. bestu tíð
  • 16) 200 blandað, Alvi tilmeldaður við 2:07.88, svam 2:09.81 og 6. bestu tíð av 36, víðari til finalu og svam har 2:10.22 og 6. bestu tíð
  • 22) 100 frí, Alvi tilmeldaður við 53.29, svam 54.39 og 24. bestu tíð av 55, víðari til B-finalu og svam har 53.78

Sunnudag 10. mars 2019

  • 33) 400 blandað, Alvi tilmeldaður við 4:30.17, svam 4:39.55 og 3. bestu tíð av 27, víðari til finalu

Hendan stevna er á langgeil, og hevur hjáheiti “Memorial Paulus Wildeboer” til heiðurs fyri tiltikna venjaran sum m.a. var landsliðsvenjarin hjá Danmark til OL í London í 2012.

Paulus doyði av krabbamein í 2014, men annar sonur hansara er høvuðsvenjari hjá teimum báðum Óla og Alvia í Hovedstadens Svømmeklub, har eisini Pál Joensen er venjari.

Øll úrslitini finnast her á natacio.cat

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.