14 úttikin til Bergen Swim Festival 2019

Undirritað kunngjørdi nú aftaná síðstu kappingar á SuSvim Open 2019 teir 14 svimjararnar sum eru fráboðaðir at hava klárað kravtíð til Bergen Swim Festival 2019.

Tey eru:

  • Barbara Debes (2000), Ægir
  • Bartal E. Eidesgaard (2003), HS
  • Birita Debes (1995), FLOT
  • Eyðrið Mortensen (2003), HS
  • Johan N. Dam (2002), HS
  • Kristina í Skála (2005), HS
  • Rebekka Trygvadóttir (2004), Ægir
  • Rói Bech (2001), SuSvim
  • Rókur Trygvason (2000), Ægir
  • Róland Toftum (1998), SuSvim
  • Sára R. Nysted (2001), SuSvim
  • Signhild Joensen (2000), Ægir
  • Sólvá A. Sigurðsson (2002), Ægir
  • Vár E. Eidesgaard (2001), HS

Starvsnevnd SSF fer nú komandi dagar at viðgera, um hetta er samlaða liðið, ella um onkur kemur afturat.

Starvsnevnd SSF hevur tó longu áðrenn hesa stevnu avgjørt, at Anita R. Nysted verður ferðaleiðari hjá hópinum, og at bjóða teimum høvuðsvenjarum við sum hesir svimjarar umboða.

Hópurin møtist vónandi aftur longu um tvær vikur, til landsliðslegu í Vági. Og tey koma at møtast aftur í Vági eisini í vikuni aftaná Bergen Swim Festival, tá ið vit vónandi hava eina heimsstjørnu við okkum eisini.

Bergen Swim Festival verður 5. til 7. apríl 2019.

Vegna SSF

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.